28 desember 2020
TALA OG HOYRN bjóða raddarvenjing

​Tey hava drúgvar royndir í at arbeiða við røddum og bjóða seg tí til at kunna um røddir og rætt raddarbrúk, eins og tey bjóða raddarvenjing bæði til børn og vaksin.

Vaksin við raddartrupulleikum:


Tosa vit um raddartrupulleikar hjá tilkomnum fólki, er vanligt, at tey hava eitt ella fleiri av hesum sjúkueyðkennum:

  • hæsi eftir at hava tosað ella sungið
  • ein kensla av at vera turrur í hálsinum
  • røddin er móð, eym ella sár og kann svíkja viðhvørt
  • røddin ljóðar ørvísi enn hon plagar
  • klumpkensla er í hálsinum
  • mann hevur trongd til at harka og hosta nógv
     

Orsøkirnar til raddartrupulleikar kunnu verða fleiri m.a.:

  • óhóskandi ella skeivt raddarbrúk
  • kenslulig tyngd ella strongd
  • krím ella hálsbruni
  • sjúka í andaleiðini td. kol, astma ella ovurviðkvæmi
  • avleiðingar av skurðviðgerð
  • nervasjúka
  • árin frá umhvørvi
  • depressión, ótti ella onnur sálarlig árin
  • væntandi likamsorka
  • onnur sjúkueyðkenni
     

Mett verður um raddarstøðuna út frá samrøðum, upplestri, spontantalu, ymsum ljóðvenjingum, andadrátti og raddarstuðli. Síðan verður støða tikin til tørvin á vegleiðing og venjing.

http://www.talaoghoyrn.fo 

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet