11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur

Joy hugleiðir um tulipanina, ið verður nýtt sum búmerki hjá fleiri Parkinsonfeløgum í heiminum, og hvussu tað er at liva við parkinson

Vit skriva April, og kalendarin sigur, at tað er vár, hóast veðrið kann fáa ein at ivast. Men tá ið eg var og keypti inn, sá eg, at tey høvdu fingið tær vakrastu tulipanirnar, so eg mátti bara keypa mær eitt blómutyssi heim við. Tær reyðu tulipanirnar líva upp og anga so deiligt, men eg fái eisini eitt litið prik í hjartað, tí júst tann reyða tulipanin, er brúkt sum búmerkið hjá parkinsonfeløgum í fleiri londum, og hjá felagskapinum “Parkinson Europe”

Í 1980 menti tann hollendski urtagarðsfrøðingurin, J W S Van Der Wereld, sum sjálvur hevðí Parkinson, eina tulipan, ið er reyð og hvít, og  nevndi hana Dr. James Parkinsons tulipanin til heiðurs fyri enska praktiserendi læknanum, sum var tann fyrsti at skriva um hetta fyribrigdi í útgávu í 1817 “The essay of the Shaking palsy” “Ritgerðin um ristilamni”

Tann grafiska myndin av einari tulipan, var í 2005 sniðgivin av Karen Painter, sum sjálv hevdi Parkinson. Karen og ein vinkona hennara, Jean Burns setti sær fyri, at spreiða tulipanina, at varpa ljós á Parkinsonsjukuna, eins og tann ljosareyða sloyfan varpar ljós á sjúkuna brøstkrabba. So í apríl 2005 á 9. Heimsráðstevnu í Luxemburg, var tulipanin alment tikin í nýtslu sum búmerki fyri “Parkinson Europe”(fyrrverandi EPDA European Parkinson Dissease Association), og verður eisini nýtt hvørt ár á “World Parkinson Day” ið er 11. Apríl, har ymisk tiltøk eru kring heimin, fyri at varpa ljós á Parkinsonsjúkuna. 11. Apríl, tí hetta var føðingardagurin hjá Dr. James Parkinson.

At hava Parkinson er fyri meg, sum gangi eg á einari smalari línu, har eg royni at halda javnvág, fyri ikki at “blíva illa fyri”. Taki eg heilivág ov seint, fái eg ”off-periode”. Hetta følist hjá mær, sum høvdið “missir” samband við restina av kroppinum, og er ballað inn í eina tjúkka dýnu. Eg blívi svimmul, fái hjartabankan og fái tunnelsyn, og frysti ella steðgi upp.  Men ikki hjálpir at taka heilivágin  ov tíðliga, ti hetta ger, at eg fái ilt í høvdið, og krampar, serliga í beinini og kann gera at eg fái ilt við at anda, og føli sum tað prikar um allan kroppin.So tað er ein hárfín greinsa at føla eftir, nær ið eg skal taka heilivágin. Tá ið eg taki heilivág, tekur tað ein tíma áðrenn eg eri “normal” aftur, men taki eg hann ov seint, kann tað henda, at eg eri illa fyri í fleiri timar, ja líka fram til næstu dosis, sum so ikki riggar fyrr enn ein tíma eftir,  at eg havi tikið hann. So tað er eitt fulltíðar starv hjá mær, at halda skil á.

Tær løturnar, har eg havi tað gott, royni eg so at halda hús, og gera ymiskt ítriv, men tað er freistandi, at bara sita og hvíla, tá ið eg havi tað gott, tí hitt drenar alla orku úr kroppinum, men ein er noyddur at halda seg í gongd, og sum tulipanin, ið ikki verður røktað, hon fer skjótt at “hanga við høvdinum”. Við røkt og umsorgan, kann hon reisa seg aftur, og halda leingi. Tulipanin er soleiðis ein mynd av vón fyri tey, ið eru rakt av hesari sjúku. Tey grønu bløðini mynda stavirnar PD, fyri “Parkinsons Disease” og krúnubløðini skulu mynda øll feløg, allar granskarar og øll ið eru rakt av Parkinson, at øll í felag, varpa ljós á sjúkuna, við ti vón,  at tey finna útav at basa hesa keðiligu sjúku. Jú fyrr, jú betur.

Tað føroyska Parkinsonfelagið hevur ein sjekul sum búmerki, sum Kristian Glerfoss hevur sniðgivið. Ein einkul tekning, sum lýsir fleiri ting í einum. Eitt P fyri “Parkinsonfelagið”. Sjekul hava Føroyingar brúkt nógv, serliga umborð á skipi har hann verður nýttur til at læsa t.d. ketur saman. Hetta lýsir væl Parkinsonsjukuna ið “læsir” sjúklingin, tá ið hon ger um seg.  

Spyrt tú meg, so dámar mær betri tulipanina sum, hóast hon er viðbrekin, eisini er sterk, og birtir vón.

- Joy Ann Simonsen

04 desember 2024
Limafundur var 16.novembur 2024 á MEGD
04 desember 2024
Limafundur var tann 16.novembur 2024 á MEGD
30 oktober 2024
Limafundur 16. novembur
27 oktober 2024
Parkinson rehabilitering og forkann­ingar á Suðuroyar Sjúkra­húsi
10 september 2024
Árliga Nordisk Parkinson Råd í Føroyum
29 august 2024
Almennir fyrilestrar í samband við norð­urlendsku parkinson ráðstevnuni
19 juni 2024
Liðvenjing til fólk við Parkinson
19 juni 2024
Kunning í samband við parkinsonrehabilitering í Suðuroy