07 mars 2024
2023 gjørdist eitt

Parkinsonfelagið hevði ársaðalfund tann 2.mars 2024

Møtt vóru eini 50 fólk.
Borðreitt varð við smurdum breyði við føroyskum viðskera og te og kaffi-seinni eisini góðari køku.
Durid Johannesen var so beinasom, at vera orðstýrari.
Ársfrágreiðing varð lisin av forkvinnuni og síðani fylgt skránni.
Val av nýggjum nevndarlimum. Helma Maria Tróndheim kom inn sum nevndarlimur og Anna Kristin Bæk og Sunneva Bæk sum eykalimir.
Vit bjóða teimum vælkomnar í nevndina.  Vit hava ikki skipað okkum í nevndini enn.


Ongi innkomin mál.
Undir ymiskt : Sigrid Vitt hevði eina umbøn um, at fáa starvsfólk úr Parkinson-toymi í Danmark til Føroyar, at undirvísa starvsfólki her, sum arbeiða við Parkinson til dagligt. 


Sum sagt í ársfrágreiðingini, so hevur Landsjúkrahúsið sett nýggjan Neurolog í Parkinson sum byrjaði 1. mars. kallast Jakob Geday og er úr Danmark. Vit vita ikki  enn, hvussu nógv hann verður í Føroyum. 

 

04 mars 2026
Norð­urlendsk spurnar­kanning til kvinnur við Parkinson
24 februar 2026
Àrsaðalfundur 2026
22 januar 2026
Ársaðalfundur 2026
13 januar 2026
Parkinsonrehabilitering á Suðuroyar Sjúkra­húsi í mars 2026
12 januar 2026
Spurnarskema til kvinnur við Parkinson. Norð­urlensk Gransking.
12 januar 2026
Spurnarskema til kvinnur við Parkinson . Norð­urlensk Gransking
23 desember 2025
Jólini 2025✨❄️
12 desember 2025
Jóla­hugnaløta ⭐️✨