06 februar 2020
Venjingar tilboð til fólk við Parkinson sjúku

NB Fysioterapi fer nú at bjóða venjing til fólk við Parkinson sjúku. Fyrsta skeiðið byrjar í mars 2020, og verður í Burn Fitness í Tórshavn.

Endamálið við venjingar-skeiðnum er: at betra um kropsliga førleikan, sum viðførur, at tey luttakandi hava betri møguleika fyri at røra seg, vera virkin í gerandisdegnum, og har við betra um lívsgóðskuna.

Venjingin verður skipað av fysioterpeuti við servitan innan venjing av fólki við Parkinson sjúku. Venjingarnar eru bygdar á sergjørdar venjingarhættir, m.a. PWR! (Parkinson Wellness Recovery) og Parkinson boksing, ið serliga hevur fingið viðvind í Danmark seinastu árini.

Verkætlanir, ið eru gjørdar kring heimin, og í Føroyum vísa, at við slíkari venjing í 4-6 vikur, kann verða nóg mikið til, at luttakarin merkir framgongd, og at gerandisdagurin gerst lættari.

Talan er um eitt venjingar-skeið, har vant verður 2 ferð um vikuna í 6 vikur, mána- og hósdagar. Umframt hetta, verður ein kanning gjørd av tí einstaka, áðrenn venjingin byrjar, soleiðis at venjingarnar kunnu skraddaraseymast til tann einstaka luttakaran.

Eisini verður ein eftirmeting gjørd, har luttakararnir fáa víðkaða vegleiðing um tær venjingarnar, ið hóska best til tann einstaka.

Kostnaðurin fyri venjingar-skeiðið er 3.286 kr. Við ávísing frá lækna, stuðlar Heilsutrygd við 50% av kostnaðinum, og tá gerst kostnaðurin 1.643 kr.

Um tú er áhugaður í at vita meira um venjingina, tilmelding, og um hetta skeiðið er nakað fyri teg, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjartur Thomsen, fysioterapeut, via teldupost bjartur@nb.fo ella á telefon 308600.

Vinarliga

NB fysioterapi
Teldupostur: nb@nb.fo
Telefon: 308600
Niels Finsensgøta 8, 100 Tórshavn

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet