Limir eru vælkomir at stilla upp til nevndina á aðalfundinum.
Til limirnar í Parkinsonfelagnum
Parkinsonfelagið hevur aðalfund leygardagin 2. mars kl. 12:00.
Stað: MEGD húsið, Íslandsvegur 10, Tórshavn
Skrá fyri aðalfundin:
1. Val av orðstýrara
2. Ársfrágreiðing felagsins.
3. Roknskapur fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
4. Limagjaldið fyri komandi ár verður ásett.
5. Val av nevnd, tiltakslimi og grannskoðara.
6. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár.
7. Innkomin mál.
8. Ymiskt.
NB: Sambært viðtøkunum felagsins, skulu uppskot til lógarbroytingar vera nevndini í hendi tvær vikur
undan aðalfundinum.
Viðvíkjandi nevndarvali:
Til aðalfundin standa Anna Katrina Beder og Harriet Midjord Gordonsdóttir fyri vali. Tær ynskja báðar at
halda fram í 2 ár. Hini í nevndini eru Elisabeth M. Simonsen skrivari og Joy Ann Simonsen kassameistari.
Úr nevndini eru farin Birita Juliansdóttir Hansen og Johan Eliasen.
Sostatt mangla vit 2 limir í nevndina - tann eini tó sum tiltakslimur.
Limir eru vælkomir at stilla upp til nevndina á aðalfundinum.
Hava roynt at fingið fólk at melda til nevndarvalið – tó uttan úrslit.
Hugni og prát
Í samband við aðalfundin ynskir felagið, at limirnir fáa góðar stundir til samveru og prát. Vit borðreiða við
kaffi, te, breyð við føroyskum viðskera og køku omaná.
Viðtøkur felagsins kunnu lesast á heimasíðuni hjá Parkinsonfelagnum.
Vælkomin á aðalfund.
Parkinsonfelagið
Parkinson.fo@gmail.com