Hjá neurologi


Tekinini av sjúkuni broytast við tíðini og medisini kann hava hjáárin. Fyrireika teg í góðari tíð áðrenn viðtalu hjá neurologi, soleiðis at tú tosar við hann um tað sum hevur týdning fyri teg.

 

 

 

Medisin


Viðgerðin við heilivági hjálpir uppá árinini av sjúkuni, tað grøðir ikki sjúkuna.

Tað er týdningarmikið at medisini verður tikið til røttu tíð, soleiðin sum læknin hevur ordinerað. Um tú ikki heldur at hetta er gott fyri teg ella neyðugt, tosað við neurologin ella neurologisk ambulatorium um hetta, áðrenn tú broytir.

 

 

Fysioterapi

Fólk við Parkinson eiga at fáa venjing hjá fysioterapeuti tá sjúkan er staðfest. Eftirfylgjandi eigur venjingin at vera tilpassað til støðuna hjá tí einstaka.

Í verðandi støðu fær mann ikki ókeypis venjing í Føroyum.

  • Mann má til kommunulæknan at fáa ávísing til venjing hjá fysioteraðeuti. Men fær stuðul frá Heilsutrygd til 10xvenjing.
  • Mann skal sjálvur finna útav hvar venjing er at fáa. Tað er ymiskt hvussu væl fysioterapeutarnir eru skúlaðir at venja fólk við Parkinson.
  • Sjálvgjaldi er minst 150 kr fyri hvørja venjing.

Parkinsonfelagið hevur í longri tíð arbeitt við at gera vart við hendan skeivleikan - at venjing sum er ein stórur partur av viðgerðini fyri Parkinson, er so kostnarmikil. Tað burdi verið ókeypis, ella í minsta lagið nógv bíligari.

Venjing

Tað er í dag ongin lekidómur fyri Parkinson, men mann kann gera nakað við tað sum sjúkan ger við kroppin.

Um tú sum hevur Parkinson venur og ert aktivur, megnar tú betur at klára tær avbjóðingar sum gerandisdagurin kann hava og fáa ein best møguligan lívskvalitet.

 

 

Matur

«Uten mat og drikke, duger helten ikke». Hetta er galdandi fyri okkum øll. Tá í sjúka kemur uppí hevur hetta enn meira týdning, soleiðis at kroppurin fær nøktandi av orku.

Hjá onkrum kann tað kennast ørkymlandi at eta saman við fleiri, ella at tað er nógvur larmur, sum td. útvarp. Skipa soleiðis fyri at tú situr væl, hevur frið og maturin sær leskiligur út.

Hetta er ein faldari sum danska felagið hevur fingið gjørt.

Kann downloadast her

 

 

 

Logopedi

Parkinson kann millum annað ávirka røddina, taluna og evnini at svølgja.

Innsatsumráði fyri taluna er at læra at tosað seinni, og at økja styrkina og góðskuna í røddini.

At syngja er góð venjing fyri hetta muskumumráði. So um tú kanst luttaka í kórsangi er tað góð venjing - og eisini sosialt.

At fáa venjing frá logopædi/talupædagogi er mest málrætta. Annars kunnu fyrioterapeutar og ergoterapeutar geva nakað av vegleiðing.

Tú kanst eisini venja sjálvur, eftir vegleiðing,

Trýst her

 

Ergoterapi

Stuðla undir at fólk við Parkinson varðveitir, endurvinnur ella endurmennir sínar førleika, soleiðis at hann er so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt, heima ella til arbeiðis og hevur minst møguligan tørv hjálp og best møguligan lívskvalitet.