28 oktober 2023
Parkinsonfelagið skipar fyri limafundi í Havn

Leygardagin 11. november kl. 14 bjóðar Parkinsonfelagið til limafund í Megd husinum í Tórshavn.

Vit fáa vitjan av Rakul Norden, Logopædi á Landssjúkrahúsinum. Hon greiðir frá sínum arbeiði har, og fer eisini at hava nakrar lættar ræddarvenjingar, sum fólk ið hava Parkinson, kunnu fáa stóra gleði av.
 
Annars verður hugnaløta og øll eru vælkomin at seta spurningar, um man hevur okkurt upp á hjarta.
 
Eisini verður drekkamuður, við Rísalamande o.ø.
 
Vit hava eisini Sólblómubond til tey, sum ikki hava fingið frá okkum, og nøkur vøkur hondgjørd kort til sølu, hvar pengarnir fara til felagið.
 
Verið vælkomin
Parkinsonfelagið
 
Tekna teg sum lim í Parkinssonfelagnum
 
 

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet