18 mars 2019
KVF: Bíðitíðin hjá parkinsonsjúklingum er alt ov long 

Parkinsonfelagið hevur gjørt avvarandi heilsumyndugleikum greitt, at felagið ikki kann góðtaka, at sjúklingar skulu bíða 10 mánaðir eftir viðgerð, skrivar heimasíðan hjá Kringvarp Føroya

Hóast bæði heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava sagt, at bíðitíðin hjá fólki við parkinson at sleppa í viðgerð, varð stytt niður í fýra til seks mánaðir, hevur felagið í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fingið at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir.

Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, sigur, at tey kunnu als ikki góðtaka bíðitíðina.

- Fýra til seks mánaðir er eisini ov leingi hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí tað ávirkar lívsgóðskuna so nógv at ikki sleppa í viðgerð, sigur Durid Johannesen.

Í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir at koma í viðgerð, men í Parkinsonfelagnum vænta tey sær ikki onga bíðitíð, men tey kunnu ikki góðtaka ta bíðitíðina, sum nú er.

Parkinsonfelagið sigur í boðum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum livir ikki upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019, og tey vóna, at heilsumyndugleikarnir taka hetta til sín.

Hoyr samrøðuna við forkvinnuna í Parkinsonfelagnum, sum var útvarpinum sunnudagin TRÝST HER

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet