17 mars 2019
Aðalfundurin 2019
  • Frá aðalfundinum 2019

Ársfrágreiðing 2018

PARKINSONFELAGIÐ
Ársfrágreiðing 2018 
 
 
Á seinasta aðalfundi 24. februar 2018 ynsktu Eyðbritt Eysturstein, Sofía Jacobsen og Jákup Lamhauge ikki afturval, og komu Bernhardina Joensen, Joy Ann Simonsen og Kemm Poulsen í nevndina.
 
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Durid Johannesen, forkvinna
John William Joensen, næstformaður
Bernhardina Joensen, peningarøkil
Joy Ann Simonsen, skrivari
Kemm Poulsen, nevndarlimur
Margretha Mortensen, varalimur
Sanna Andrassardóttir, varalimur
 
 
Limatiltøk
Á várið 2018 vóru vit runt í landinum og høvdu limafundir. Vit vóru í Runavík, Vestmanna, á Sandi, í Klaksvík, Tórshavn og á Tvøroyri. Nevndin var væl umboða á øllum fundunum eins og undirtøkan frá limum og avvarðandi var sera góð.
Við á fundunum var eisini Bjartur Thomsen, fysioterapeutur, sum hevði stutta áhugaverda framløgu um tað nýggjasta um venjing.
 
Tveir jólafundir vóru, í Klaksvík og í Havn. Undirtøkan norðanfyri var sera góð, og varð neyðugt at seta fleiri borð upp eins og sangurin gekk væl, og tað var sera hugnaligt.
Í Tórshavn var undirtøkan væl lakari. Eyðun Ásason sang og spældi guitar og Rani Nolsø spældi guitar. Teir høvdu eina einastandandi framførðslu, umframt at teir eisini spældu undir til felagssangin saman við tveimum harmonikuspælarum, brøðrunum Hallur og Óla Biskupstøð. Løtan var sera hugnalig – ikki minst tí sangurin gekk so væl. Ja, vit høvdu als ongan hug at gevast at syngja.
 
Útgreinan og viðgerð
Á Neurologsik ambulatorium á Landssjúkrahúsiðnum koma enn tveir serlæknar við servitan um Parkinson 6 ferðir árliga, tilsamans 18 dagar. Í løtini er bíðitíðin til viðgerð hjá neurologiskum sjúklingum 10 mdr.
Vit hava gjørt var við at hetta als ikki er nøktandi í brævasamskifti við leiðsluna á LS. Tey takka og siga at medisinski depilin fer at taka okkara viðmerkingar upp í framhaldandi arbeiðinum við at menna neurologiska økið og støðuna hjá Parkinson sjúklingum.
Viðv. bíðitíð, so siga tey á neuro. amb., at tey viðhvørt merkja at fólk halda at tey sleppa ov sjáldan til kanningar. Men um okkurt átrokandi er, royna tey at hjálpa ella framskunda viðtaluna.
 
Fótarøkt
Fólk hava fleiri ferð sett ynskiu fram um at fólk við Parkinson skulu kunna fáa stuðul til fótarøkt, eftir sama leisti sum fólk við Diabetes, svárari Liðagikt oa.
Vit sendu skriv til landstýriskvinnuna í Heilsumálum, Siri Stenberg, hesum viðvíkjandi. Svarið var, at tað tíverri í løtuni ikki er fíggjarligt rúm fyri at økja um veitingarnar hjá Heilsutrugd, tí játtanarkarmurin er so tepur.
Eftir nakrar mánaðir, har man ferð eftir ferð hoyrdi í tíðindunum um at pengar vóru játtaðir til asfalt og betong, skrivaðu vit aftur um, um avgerðin kann umhugsast enn eina ferð. Vit hava enn ikki fingið svar uppá hendan fyrispurning.
Nordisk Parkinsonråds Årsmøte _ NPR
Fyrireikingarfundur var sum vanligt fyrsta vikuskiftið í februar, og luttók Durid Johannesen fyri Parkinsonfelagið. Høvuðsevnið var at fyrireika ársfundin, men var samstundis høvi til at umrøða ymisk aktuell viðurskifti viðvíkjandi Parkinson.
 
NPR var fyriskipaður av tí danska felagnum ‘Parkinsonforeningen’, og varð hann hildin síðst í mai í Keypmannahavn. Durid Johannesen, forkvinna, John William Joensen, næstformaður og Kemm Poulsen umboðaðu felagið.
Fundurin var sera góður, og var tað kveikjandi at vera saman við fólki úr grannalondunum, sum, eins og vit, arbeiða fyri at betra um korini hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi. Framløgur vóru um ymisk átøk sum fólk arbeiða við, og fingu vit góð hugskot heimaftur við.
Fysioterapeutar vóru við, ein úr hvørjum landi , 6 í alt. Okkara umboð var Bjartur Thomsen.
 
Unity Walk
Í samband við NPR luttóku vit í tiltakinum ‘Unity Walk’ í Keypmannahavn, ein skrúgonga sum gekk frá Højbro Plads, uml. 1 km til Nytorv har borð vóru sett upp, onkur tala var og annars hugnaðu fólk sær. Man kundi keypa okkurt etandi, ein bólkur spældi tónleik og høvið var at dansa.
 
Vit hava í nevndini ofta tosað um at skipa fyri einum líknandi tiltaki her heima. Vit hildu, at tað hevði rigga væl at gjørt tað eftir einum meira føroyskum leisti.
Endamálið við UW er at skapa samanhald - og styrkja sambond ímillum fólk við Parkinson og avvarðandi.
Tað var ein rørandi kensla at standa har saman við nøkrum 100 fólkum sum høvdu sjúkuna, makum, børnum, grannum o.ø, øll í líka blusum og við skeltum.
 
Framsýningin ‘Dette er Parkinson’
Í august skipaðu vit fyri stórari framsýning av myndum hjá norska fotografinum Anders M. Leinesá torginum í SMS.
Tá hann sum ungur bleiv sjúkur kundi hann als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vóru, tá tosað varð um Parkinson.
Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson, og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum.
Framsýningin stóð uppi í 4 dagar.
Hon var væl vitja, og góvu fólk sær stundir til bæði at hyggja eftir myndunum og lesa tekstin, og legði hetta í nógvum førum upp til góðar samrøður.
Landstýriskvinnan í Almannamálum Eyðgunn Samuelsen setti framsýningina og ein tónleikabólkur við Silju Johannesen, Tórði Dam Jacobsen og Filip Zachariassen høvdu eina einastandandi sang og tónleikaframførðslu.
 
Tá framsýningin var liðug skipaði felagi fyri stórari gallaveitslu á Hotel Hafnia fyri limum og avvarðandi. Undirtøkan var góð, 90 fólk teknaðu seg til veitsluna.
Tað var eitt sera hugnaligt og stuttligt kvøld við góðum mati, undirhaldi, tónleiki og sangi. Kvøldið endaði við dansi har Elis Poulsen og Finnur S. Olsenskipaðu tónleikin.
 
 
European Parkinson's Disesase Asociation _ EPDA
EPDA er samtakið hjá Parkinsonfeløgunum í Europa.
Í november vóru Durid og John William í London á EPDA-ráðstevnu. 22 lond vóru umboðaði.
Tað kom nógv áhugavert fram eins og vit fingu gevandi samrøður við tey ymsu umboðini.
Skipað varð fyri ’workshop’, har møguleiki var at velja seg inn á evnir eftir áhuga.
Vit valdu okkum inn á evnini um
·      hvussu man kann samarbeiða fyri at tryggja at røktarstarvsfólk fáa bestu vitan og menning innan Parkinson
·      um hvussu vit brynja tey sum stýra og ráða, at vera tilvitaði um Parkinson.
 
Menning av heilsustarvsfólkið
Heilsuhjálparafelagið skipaði í heyst fyri Parkinson skeiði fyri limirnar, har Finn Egebjerg Nielsen, fysioterapeutur og umboð hjá Parkinsonforeningen úr Danmark, undirvísti í tríggjar heilar dagar. Undirvíst varð um sjúkuna og um hvussu ein sum hjálpari er um fólk, sum hava havt Parkinson í nøkur ár. Um tá tey td. ‘frysta’, trippandi gongulag ella hava trupult við javnvágini ‘balansuni’ o.a.
Til undirvísingina luttóku 5 sum hava Parkinson, og gjørdi hetta undirvísingina viðkomandi og lótu luttakarnar væl at, og søgdu tey at tey hava fingið nógv burturúr.
 
Parkinson Ballroom Fitness/Dans
Í samband við at Finn undirvísti heilsuhjálparunum, var kona hansara Marianne Valentin við í Føroyum. Hon er útbúgvin danseinstruktør hjá Parkinsonforeningen og bjóðaði seg fram til at undirvísa. Saman við heilsuhjálparafelagnum skipaðu vit fyri dansiundirvísing í Reinsarínum fyri Parkinsonssjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólkum. Tiltakið eydnaðist sera væl, tað var bæði gott og stuttligt.
 
Stuðul
Í samband við at vit hava skipa fyri so nógvum ymiskum í ár, søktu vit kommunur og feløg um fíggjarligan stuðul. Vit eru sera takksom fyri tann stuðul sum vit hava fingið. Uttan teirra hjálp høvdu vit ikki kunna skipa fyri øllum hesum tiltøkunum.
 
Vit hava eisini fingið gávur í sambandi við andlát, og fer hesin peningur í jarðarferðargrunnin, sum er eyðmerktur til gransking og at stuðla útbúgving og menning av heilsustarvsfólki, sum arbeiða við Parkinson.
 
Almen kunning
Vit fáa javnan fyrispurningar frá stovnum og røktarheimum um kunning um Parkinson.
Eisini fáa vit fyrispurningar frá ungum lesandi, sum gera verkætlanir um Parkinson, bæði frá fólkaskúlanum, miðnámi og hægri lestri. Vit eru fegin um áhugan og eru fús til hjálpar.
 
Heimasíðan, sum vit hava haft, verður løgd niður, so vit hava avgjørt at fáa okkum eina nýggja. Hetta síggja vit sum høvi til at fáa eina meiri tíðarhóskandi heimasíðu, og er málið at hon skal vera einføld í sniði og nýtslu, og vera greið og viðkomandi at klikka seg inn á. Á heimasíðuni verður møguligt at melda seg sum lim og samstundis stovna eina fasta árliga flyting av limagjaldinum, og at stuðla felagnum fíggjarliga.
 
Facebook er eisini ein viðkomandi kunningar- og samskiftismiðil, og hava vit ein vanga har, sum vit brúka til ymiska felagsviðkomandi kunning.
 
At vera sjónligur, luttaka, samskifta og ávirka
Felagið fær tíðum fyrispurningar frá heilsumyndugleikum og øðrum um at koma við okkara íkasti til okkum viðkomandi heilsumál og ætlanir. Fyri okkum er tað sera jaligt og stimbrandi at kunna staðfesta, at tann ómak, ið vit í Parkinsonfelagnum hava gjørt okkum fyri at vera sjónlig í samfelagnum hevur givið – og gevur, úrslit.
Vit hava lagt okkum eftir at svara settu spurningunum, samskifta og luttaka á fundum, har tað hevur verið ynskt. Í ávísum førum hava vit eisini gjørt vart við okkum, har vit hava mett, at vit áttu at veri hoyrd.
 
 
 
Klaksvík, tann 16. mars. 2019
Durid Johannesen
forkvinna

17 mai 2019
At vera foreldur saman við parkinson
17 mai 2019
At verða foreldur saman við Parkinson
16 mai 2019
Nordisk Parkinsonrådsmøte 2019
02 mai 2019
Samrøða við Mandar Jog, professara, sum er serfrøð­ingur í nýggju ryggmønu skurðviðgerini
02 mai 2019
Fólk við Parkinson fegnast: ”Ótrúligt… eg kann ganga aftur – Nýggja viðgerðin virkar!!!!”
11 apríl 2019
11. apríl Altjóða Parkinsondagur
06 apríl 2019
Nýggj skipan til innkrevjing av árliga limagjaldi­num.
27 mars 2019
Nývalda nevndin í Parkinson­felag­num skipað