15 mars 2019
Bíðtíðin at sleppa í viðgerð er alt ov long

Parkinsonfelagið hevur gjørt avvarandi heilsumyndugleikum greitt at vit ikki kunnu góðtaka at fólk við parkinson verða sett í bíðistøðu tá tað ræður um at sleppa í viðgerð.

Hóast baði heilsumynduleikar og landsstýriskvinnan í Heilsumálum alment hava sagt at bíðitíðin hjá fólki við parkinson, at sleppa í viðgerð var stytt niður til 4-6 mánaðar hevur felagið í svarið frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fingið at vita at bíðitíðin er 10 mánaðar.

Felagið hevur í hesum sambandi gjørt vart við at vit als ikki kunnu góðtaka at fólk við parkinson verða sett í bíðustøðu.

Brot úr samskifti: 

Vit kunnu staðfesta, at støðan innan viðger av Parkinson í Føroyum er ikki góð og livir ikki upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum anno 2019. Tað er als ikki nøktandi, at bíðitíðin hjá fólki við Parkinson til at fáa viðgerð er umleið eitt ár, og er alneyðugt at okkurt munagott verður gjørt fyri at fáa bíðitíðina burtur beinan vegin. 
Vit kunnu nevna at Parkinsonfeløgini í Danmark, Íslandi og Norra upplýsa fyri okkum, at har er eingin bíðitíð at koma í viðger. Tó kann bíðitíð koma fyri um Parkinsonsjúklingurin skal hava onkra serviðgerð. Tað er eitt sjálvsagt minstakrav, at limir okkara verða raðfestir eins høgt sum í nærmastu grannalondum okkara. 

Støðan hjá fólki við Parkinson, sum eru í viðgerð 

Viðvíkjandi árligum viðtalum svara tit, at støðan hjá einstaka sjúklinginum er avgerandi 

og tí kunnu tað ganga millum 3-18 mánaðar millum læknaviðtalur. Vit fáa javnan at vita frá limum okkara, at tá tey ringja til neuro.amb. við einum áleikandi trupuleika, kunnu tey verða biðin um at bíða til næstu ferð tey hava tíð hjá læknanum.

Hetta er als ikki nøktandi! 

 

Fysioterapi. 

Sambært altjóða standardum er fysioterapi ein aktivur partur av viðtaluni og viðgerðini av Parkinson. Tí eiga allir sjúklingar, sum koma á ambulatoriið, sjálvsagt at fáa eina viðtalu hjá fysioterapeuti, sum kann meta um og vegleiða um venjing, og hjálpa sjúklinginum at koma í samband við venjingartilboð í nærumhvørvinum. 

 

Serstakur bólkur 

Í samband við at alsamt fleiri fólk við Parkinson hava fingið DBS skurðviðger, eru hesir føroyingarnir í dag tengdir at Bispebjerg Hospitali. 

Parkinsonfelagið ynskir, at hesir sjúklingar, um okkurt skuldi stungið seg upp, kunnu fáa fakliga vegleiðing her heima eisini - at starvsfólk á Neurologisku deild á LS verða skúlaði til at megna hesa tænastu. 

 

Tann 13. februar fekk Parkinsonfelagið soljóðandi svar:

 

Til Parkinsonfelagið

Takk fyri viðmerkingar tykkara til svarskriv okkara viðv. status á Parkinson økinum.
Á Landssjúkrahúsinum royna vit áhaldandi at betra um avtalur við serlæknar innan neurologiska økið fyri at fáa sjúklingar skjótari framat.
Medisinski depilin fer tí at taka tykkara viðmerkingar upp í framhaldandi arbeiðinum við at menna neurologiska økið og støðuna hjá Parkinson sjúklingum.


Les alt brævið sum Parkinsonfelagið sendi avarandi mynduleikum við at trýsta HER

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet