03 mars 2021
Vaktarskifti í Parkinsonfelagnum
  • John William Joensen, formaður, Anna Katrina Beder (væntar á myndini), næstformaður, Joy Ann Simonsen, kassameistari, og Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari, og Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur.

Á aðalfundi í Parkinsonfelagnum leygardagin 27. februar var nýggj nevnd vald. Tveir nevndarlimir, Durid Johannesen og Oddvá Tróndheim stóðu fyri vali men tóku ikki við afturvalið.

Nývaldir nevndarlimir eru Birita Juliansdóttir Hansen og Elisabeth Magnadóttir Simonsen.
 
Á nevndarfundi í kvøld 3. mars skipaði nevndin seg soleiðis: John William Joensen, formaður, Anna Katrina Beder, næstformaður, Joy Ann Simonsen, kassameistari, og Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari, og Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur. Á aðalfundinum vóru eisini tveir tiltakslimir valdir nevniliga, Anna Berg Danielsen og Eyðbritt Eysturstein.

Durid Johannesen, fyrrverandi forkvinna og John William Joensen, formaður.

 
Forkvinnan takkar fyri seg
Fyri tíð síðan boðaði Durid Jóhannesen frá at hon ikki fór at taka við afturvalið og á aðalfundinum takkaði hon fyri átta ár sum nevndarlimur í Parkinsonfelagnum.
Hon segði m.a. at tá hon av fyrstantíð bleiv biðin um at koma upp í nevndina, segði hon noy.
- Eg hevði ongantíð verið uppí nøkrum líknandi fyrr og kendi slett onki til nevndararbeiði - men eg bleiv yvirtalað.
- Tað fyrsta vit gjørdu var at møta teimum, sum vit arbeiða fyri. Vit fóru kring landið at halda limafundir. Í Sandoynni,  Suðuroy, Vágum, Tórshavn, Klaksvík og í Runavík. Tað var gott og lærandi fyri okkum í nevndini og fyri tey, sum møttu til fundirnar. Tað komu familjur, vinir og grannar. Prátið gekk væl og var bæði viðkomandi og hugnaligt, sjálvt um støðan var tann hon var, segði Durid.
 
Man vaksur við uppgávuni
Durid greiddi frá at tað var ikki bara sum at siga tað at koma upp í nevndina:
- Eitt sum man rennir seg í, er, hvussu fær mann fatur í fólki sum taka avgerðir í heilsuverkinum, men mann lærirmannagongdirnar. Eg møtti einum landstýrismanni og spurgdi, hvussu mann á mest virkna hátt kemur í samband við tey, sum taka avgerðir. Hann segði: "Skriva til stovnin, so verður tað skrásett, og skal svarast!" Tað hava vitgjørt trúliga síðani.
 
Rákið hevur verið við okkum.
Durid segði m.a. at felagið hevði møtt eina ovurhonds stóra vælvild allastaðni.
- Bæði her á landi á øllum økjum, har vit hava haft tørv á hjálp - sum til dømis, tá vit hava skipað fyri onkrum, so eru fólk fantastiska hjálpsom. Og frá grannalondunum, sum til dømis tá vit hava manglað kunningartilfar, so hava vit frítt kunna deilt tað tey hava ment og lagt tað út á okkara heimasíðu.
 
Endamálið er at hjálpa fólki við Parkinson og teirra avvarandi
Durid minti í røðu síni á at endamálið við Parkinsonfelagnum er at betra viðurskiftini hjá Parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi við at stuðla teimun í felag og einsæris.
- At veita upplýsing um sjúkuna, soleiðis at læknar og almenningurin fær innlit í viðurskiftini hjá sjúklingnum. Felagið er til fyri limirnar og uppgávan hjá nevndini er at arbeiða fyri limirnar, og eydnast tað gevur nevndararbeiði meining, segði Durid Johannesen sum hevur verið forkvinna í Parkinsonfelagnum seinastu sjey árini.

LES annars formansfrágreiðingina her

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet