26 desember 2020
Jólaheilsan til parkinson og kenningar
  • Parkinsontoymi hjá Ránnvu Lava Olsen frá Klaksvíkar Fysioterapi, vóru stutt undan jólum í Bovling í Leirvík til ein lítlan kaffimunn við rísalamang afturvið.

Eingin veit hví hetta ókunnuga landastrokið tók bústað í lívið mínum. Fá kennast við Parkinson- men nøkur eru sum stríðast við hendan gestin, sum fer inn og kennir seg heima hjá fremandum.

Tá eg vakni á morgni er hann skjótur á fótum og um niðurfaringartíð treiskast hann uppi líka til eygu míni vera latin aftur.

Órógvar hann meg ikki á náttini, so vekur hann meg tíðliga á morgni.

Eg gjørdist illur, tá hann fekk meg at forsøma arbeiði og tá hann forstýraði meðan eg koyrdi bil.

Verður lurta eftir ráðum hansara leiða tey í sniðgøtur sum eingin ynskir at ganga.

Noðnan lærdi okkum at kennast – so vit vandust hvør við annan.

Hóast eg ongantíð kenni ætlarnir hansara og hann av sínum eintingum kann rokast á netinum og millum húsa - so eru vit nú eins og Gøg og Gokke ella Kold og Tot.

Varnast fólk annan – hugsað tey beianvegin um hin og spyrja eftir honum.

Uttan eg varnaðist tók hann tað sum var lívi mínum kært – matarhugin og evni til at smakka og snodda. Áðrenn eg visti fóru evnini at fáa naka niður so eg tódnaði til eitt rituræ.

Harra Parkinson vísti at hann dugur meira enn at mata sær, tá hann gjøgnum vælindini fór niður í magan og umvegis gætið og gørn fann upp í sjálvan heilan.

Skjótt stóð eg við øðrum beininum í grøvini.

Men í evstuløtu hendi eitt undur, tá læknar við at skera og pota stengur inn í heilan við ravmagni – volt og amper – megnaðu at reka harra Parkinson á dyr.

Hann er tó framvegis í limum mínum, men nú dugi eg at síggja mun á honum og mær - eina løtu.

Kenningar hansara, eru nú keningar mínir og fleiri teljast millum mínar allarbestu vinir. Vit eru samgongufólk – vit sum kenna gamla Parkinson – tí saman kunnu vit verja okkum ímóti sniðálopum og vit kunnu læra hvønn annan at byggja skansar í lívi okkara.

Men parkinson er framvegis har og eingin veit hví - granskarar standa so at siga á berum - hóast summir kanska vita meir enn onnur.

Ein kendur maður sum eisini hevði eina ógrøðandi sjúku skrivaði nakað soleiðis:

... Um eg tali, men havi ikki kærleika, eri eg tómur.
Um eg so átti allar gávur, kendi øll loyndarmál og átti hægstu frøðina, men hevði ikki kærleika, var eg einki.
Kærleikin er langmóðigur, er mildur, hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Men í limum mínum síggi eg aðra lóg, sum stríðir ímóti sinni mínum og tekur meg til fanga.....


Saman kunnu vit vinna á Parkinson – saman við kærleikanum kunnu vit tola hansara ísakøldu, útroknandi og niðrandi álop!


Gleðilig Jól til mínar fantastisku parkinson vinir.

John William Joensen

 

(Myndirnar: Parkinsontoymi hjá Rannvu Lava Olsen frá Klaksvíkar Fysioterapi, vóru stutt undan jólum í Bovling í Leirvík til ein lítlan kaffimunn við rísalamang afturvið. Martin, summ fekk mandluna er avmyndaður saman við Rannvu, sum fekk gávu frá parkinsontoyminum.)

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet