Sosialurin 23.08.2003

 

Parkinsonsjúklingar sleptir uppá fjall

Tey, ið líða av parkinsonsjúkuni, fáa ikki stóra hjálp í Føroyum. Serkunnleiki innan hesa sjúku finst ikki her heima, og tey verða ikki send har, hjálpin er at fáa. Hetta er einki minni enn ein vanlukka fyri hesi menniskju, sum fleiri hava nógv niðursettan førleika, tí tey ikki fáa rættan heilivág og viðgerð

Rúna Sivertsen
Sosialurin 23. august 2003

Tað er ikki líka mikið nær og hvussu heilivágur verður tikin. Og júst tí, at tey, ið hava parkinson í Føroyum, ikki fáa røttu upplýsingarnar, eru tey í nógvum førum munandi verri fyri. Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit hava bara ein neurolog í Føroyum, sum skal taka sær av øllum heilasjúkum í landinum. Hetta er ein vanlukka fyri tey við parkinson, tí fleiri teirra kropna, stívna og hava ristingar og missa sostatt førleikan. Fyri at bøta um hetta, bað Parkinsonfelagið kenda læknan, Erik Dupont, sum er serlækni í parkinsonsjúkuni, koma heim til Føroyar at kunna um sjúkuna. Hann hevur verið yvirlækni á neurologiskari deild á Århus kommunehospital síðani 1980. Saman við honum var kona hansara, Vivi, sum  er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur spesialiserað seg innan parkinson. Hon starvast sum ráðgevi hjá danska parkinsonfelagnum.

 

Sótu sum á nálum
Fleiri enn 100 fólk, bæði úr bygd og úr bý, høvdu leitað sær á Hotel Føroyar mikudagin, har fyrilestrarnir vórðu hildnir. Hóast temadagurin vardi í heilar 8 tímar, sótu tey flestu sum á nálum og lýddu á heilt til endan. Tey fingu fyrst at vita, hvat parkinsonsjúkan er, um  eyðkennir og gongdina í sjúkuni. Síðani varð greitt frá um, hvussu best kundi fáast burturúr viðgerðini við heilivági, um kost, magatrupulleikar og skurðviðgerð. Fyrilestrarnir vóru serstakliga áhugaverdir og fara avgjørt at verða til stóra hjálp hjá fleiri av luttakarunum.

Eftir stendur spurningurin, hví hesir sjúklingar ikki verða sendir av landinum til viðgerðar, tá tað hevði kunnað bøtt munandi um teirra lív og førleika. Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá avvarandi læknum, men teir, ið hava við parkinsonsjúklingar at gera, vóru í feriu. Eingin lækni var at síggja millum áhoyrararnar á Hotel Føroyum henda dagin.

 
Erik Dupont greiðir frá skurðviðgerð, sum kann hjálpa teimum
parkinsonsjúklingum, ið dragast við ristingar. Henda skurðvið-
gerð er vandaleys og úrslitini eru góð.

Erik Dupont og kona hansara, Vivi, fingu mynsturbundnar
føroyskar troyggjur í gávu frá Parkinsonfelagnum. Til høgru
er formaðurin í felagnum, Kristina Vesturklett

Tá Lina Larsen eftir døguraborðhaldið reisti seg at siga
nøkur orð, vildu fólk hava hana at koma fram á gólv, so
tey kundu síggja hana. – Eg eri einki at síggja, helt
sjónleikarakvinnan fyri, smílandi sum altíð.