Tíðindaskriv: Fegnast um framstig

03. Des 2015

Parkinsonfelagið hevur á fundi við stjóran á Landsjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fingið kunning um at stig eru tikin til at stytta bíðitíðina hjá fólki, sum hevur tørv á neurologiskari viðgerð. Bíðitíðin hevur higartil verið 18 til 24 mánaðar

les meir

Fólk við Parkinson og øðrum neurologiskum sjúkum koma skjótari í viðgerð

02. Des 2015

Sum landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum fegnast eg um miðvísa átakið á Landssjúkrahúsinum, sum hevur við sær, at bíðitíðin til neurologiska útgreinan styttist við meira enn einum ári.

les meir

Játtan til Parkinsongransking í Føroyum

02. Des 2015

Stuðul uppá kr. 140.000 varð latin til granskingarverkætlanina “Multifaktoriel model af Parkinsons sygdom på Færøerne”. Hetta er verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har Maria Skaalum Petersen, ph.d., er verkætlanarleiðari.

les meir

Limafundurin sum skuldi verða í Hamragarði í Vági í kvøld er avlýstur

20. Nov 2015

Vegna veður er limafundurin sum skuldi verða í kvøld í Hamragarði í Vági er avlýstur. Koyrilíkindini eru ikki góð í løtuni og tí fara vit at finna annað tíðspunkt at halda fundin. NEVNDIN

les meir

Klaksvíkar Fysioterapi bjóðar bólka venjing til fólk við Parkinson

09. Nov 2015

Klaksvíkar Fysioterapi bjóðar venjingar til fólk við Parkinson, har vit fyrsta hava viðtalu og test. Venjingarnar verður síðani grundaðar á viðtaluna og støði hjá tí einstaka.

les meir

Hallur Joensen í Dansifrøði í Gundadali Leygarkvøldið kl. 23

06. Nov 2015

ountry Kongurin, Hallur Joensen, fer saman við m.a. Jens Lisberg, Elis Poulsen, Ólavur Øster, Oskar Eiriksson, Tórbjørn Lisberg, Johan M. Jacobsen og Tróndur Nolsøe, syngja spæla og venda plátum. Atgongumerkini á 200 kr. fara óskerd til Parkinsonfelagið

les meir

Stórfingin gáva til Parkinson Felagið

31. Okt 2015

13. Oktobur 2015 var eitt rimmar bingo í Hvalba til frama fyri Parkinson Felagið. Bingoið var væl eydnað og heilt fitt av peningi kom inn til felagið, og fríggjadagin tók Margeta Mortensen ímóti einum kekki á 19350,-

les meir

Andrew vísir hvussu ein væleydnað DBS skurðviðgerð kann broyta lívið hjá fólki við parkinson

20. Okt 2015

39 ára gamli Andrew fekk staðfest parkinson í 2009 einans 35 ára gamal. Hann býr saman við konu og tveimum børnum í Auckland, New Zealand. Í november 2012 og februar 2013 fekk hann DBS skurðviðgerðina, har elektrodur vóru settar tætt við sjálva heilarótina. Her vísur hann hvussu fantastisk broytingin var hjá sær. Í hesum video vísir hann hvussu sjúkan tekur ræði tá hann sløkkir elektrodurnar við eini fjarstýring.

les meir


parkinsonplakat prent.pptx  

parkinsonplakat prent.jpg