20 mars 2019
Landstýriskvinnan í Heilsumálum, skal svara løgtinginum hví bíðitíðin er so long

Kl 10 í morgun eru munnligir fyrispurningar settir á skrá í Løgtinginum, og tá fer Jenis av Rana løgtingslimur at spyrja um bíðitíðina hjá fólki við parkinson at sleppa í viðgerð.

1: Hví noyðast neurologiskir sjúklingar, herímillum tey, ið stríðast við parkinsonsjúku, at bíða so leingi eftir útgreining og viðgerð?
2: Hvør er frágreiðingin til tey ymisku tøl fyri bíðitíðir, ið ávikavist landsstýriskvinnan og felagið fyri tey við parkinsonsjúku siga frá?
3: Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka, fyri at veita føroyskum parkinsonsjúklingum somu diagnostiserings, viðgerðar- og eftirkanningarmøguleikar sum í okkara grannalondum?

viðmerkingar:
Felag teirra, ið hava parkinsonsjúku, mótmælir í hesum døgum, at heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava upplýst, at bíðitíðin hjá fólki við parkinsonsjúku at sleppa í viðgerð, er stytt niður í fýra til seks mánaðir. So er ikki, sigur felagið, sum í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fek at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir.
Felagið mótmælir skeivu tølunum og longu bíðitíðini, og at parkinsonsjúklingar bert verða innkallaðit til kontrol 1- 2 ferðir um árið. Fýra til seks mánaðir, fyri ikki at tala um 10 mánaðar, er alt ov long hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí sjúkan ávirkar lívsgóðskuna so nógv, at neyðugt er skjótast gjørligt at sleppa í viðgerð. Eisini vísir felagið á, at hetta stendur í stórari andsøgn til, at í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir viðgerð, og at sjúklingar har verða innkallaðir fleiri ferðir árliga til metingar og viðgerðir hjá fleiri serfrøðingabólkum.

Felagið sigur í boðum sínum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum langt frá livir upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019.

1: Hví noyðast neurologiske sjúklingar, herímillum tey, ið stríðast við parkinsonsjúku, at bíða so leingi eftir útgreining og viðgerð?

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet