06 apríl 2019
Nýggj skipan til innkrevjing av árliga limagjaldinum.

Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum øðrum føstum gjøldum.

Í eini roynd at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum, og lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av árliga limagjaldinum.

Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum øðrum føstum gjøldum.

Limagjaldið verður uppkravt árliga hvønn 1. mai.

Gott hevði verið um tú kundi skrásett teg áðrenn 16. apríl 2019, tí tá koyrir árliga limagjaldskoyringin.

Tú tilmeldar teg til sjálvvirkandi gjaldsskipanina Fastgjald, við at fara á forsíðuna og trýsta á: Tekna teg sum lim

(Tá tú meldar teg til Fastgjald, so má tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan, sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin)

Um tú longu hevur eina fasta árliga flyting fyri limagjaldið, so er tað týdningarmikið at tú beinanvegin steðgar hesi flyting.

Vit vóna at tit taka undir við omanfyri nevnda tiltaki við vælvild.

Vinarliga,

Nevndin

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet