Viðvíkjandi tilboð til fólk við Parkinson í Tórshavnar Kommunu

Fyri kortum kom fram, at ætlanin var at niðurleggja tilboðið, sum Hjarnagarður hevur havt í fleir ár, við venjing fyri fólk við Parkinson. Felagið kontaktaði Heðin Mortensen borgarstjóra, sum lovaði at kanna málið Og í vikuni boðaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu frá, at ongin tænasta viðvíkjandi veningartilboðum til parkinsonsjúklingar verður niðurløgd.

Borgarstjórin legði afturat, at hetta var als ikki komið uppá tal um hann var vitandi um hetta, og vit gleða okkum at veita framhaldandi góða tænastu til allar borgarar, sum trongja til vening á hesum øki, skrivar borgarstjórin í brævi til felagið.

Parkinsonfelagið fegnast um skjótt og gott svar tí hetta tilboðið hevur stóran týdning fyri tey í Tórshavnar Kommunu, sum hava Parkinson.

Vegna Parkinsonfelagið

Nevndin