Viðlíkahaldsvenjing skal raðfestast

Løgtingslimir vóru á einum máli um, at allir parkinsonssjúklingar undir 67 ár eiga at fáa tilboð um lívlanga viðlíkahaldsvigerð, tá fyrispurningur um evnið varð viðgjørdur í Løgtinginum í dag.

Tá nýggja tænastulógin eftir ætlan er samtykt í heyst, fær landsstýriskvinnan í almannamálum eina greiða heimild at veita parkinsonsjúklingum undir 67 ár og øðrum í sama aldursbólki við kroniskum sjúkum viðlíkahaldsvenjing.

Tað segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í Løgtinginum í dag, tá hon svaraði einum fyrispurningi frá Ingolf S. Olsen, tingmanni hjá Tjóðveldi.

Endurvenjingarskipanir eru frammanundan í almannaverkinum fyri sjúklingar omanfyri 67 ár. 

Pengar skulu finnast
Eyðgunn Samuelsen lat ongan iva vera um, at hon ynskir, at allir parkinsonssjúklingar skulu hava tilboð um viðlíkahaldsvenjing í teirra nærøki. 

Avbjóðingin er so at finna neyðuga peningin.

Umleið 130 føroyingar hava parkinsons sjúkuna, og av teimum er ein triðingur yngri enn 67 ár. Viðlíkahaldsvenjingin kostar umleiði 150 krónur um tíman, og tað besta er at fáa tvær-tríggjar venjingar um vikuna. Um tilboðið verður tveir venjingartímar um vikuna, og allir parkinsonssjúklingar undir 67 ár taka av, fer tað at kosta umleið 700.000 krónur um árið.

Eyðgunn Samuelsen upplýsti tó, at tað fer at kosta umleið 15 milliónir krónur um árið, um øll við kroniskum sjúkum, sum hava tørv á viðlíkahaldsvenjing, skulu hava tilboðið.

Lívsgóðska og sparing
Ingolf S. Olsen grundgav í sínum fyrispurningi fyri, hví tað er so neyðugt at yngri parkinsonssjúklingar fáa tilboð um viðlíkahaldsvenjing.

- Viðlíkahaldsvenjingin ger stóran mun, tá tað snýr seg um at halda sjúkuni niðri og betrar tískil lívsgóðskuna munandi hjá parkinsonssjúklingunum. Samstundis fremur venjingin sparingar aðrastaðni í heilsuverkinum og almannaverkinum, júst tí at sjúkugongdin verður seinkað, og sjúklingarnir í longri tíð varðveita sínar førleikar og hava minni tørv á dýrum heilivági.

- Parkinsonssjúklingarnir hava tó ikki brúk fyri at verða sjúkugjørdir enn meira, og tí hoyrir viðlíkahaldsvenjingin ikki heima í heilsuverkinum, men í almannaverkinum.

- Trupulleikin er, at almannaverkið í dag bert bjóðar tíðaravmarkaða endurvenjing til sjúklingar undir 67 ár, og tá er endamálið at fáa fólk aftur á arbeiðsmarknaðin. Men tað er ikki talan um her. Parkinsonssjúklingar hava tørv á lívlangari, fyribyrgjandi viðlíkahaldsvenjing í nærøkinum, har tey búgva, segði Ingolf S. Olsen.

Umframt landsstýriskvinnuna tóku fleiri tingfólk bæði úr samgongu og andstøðu orðið, og stuðlaðu tey øll ynskinum um, at parkinsonssjúklingar undir 67 ár sum skjótast eiga at fáa tilboð um lívlanga viðlíkahaldsvenjing.