Margeta Mortensen,t.v. tekur ímóti pengagávuni vegna Parkinsonfelagið,frá Rebekku Olsen

Stórfingin gáva til Parkinson Felagið

13. Oktobur 2015 var eitt rimmar bingo í Hvalba til frama fyri Parkinson Felagið. Bingoið var væl eydnað og heilt fitt av peningi kom inn til felagið, og fríggjadagin tók Margeta Mortensen ímóti einum kekki á 19350,-

Stigtakarin til tiltakið var Rebekka Olsen Kærbech, ið ígjøgnum nakrar vikur ringdi og skrivaði til ymiskar fyritøkur fyri at vita, um nakar var áhugaður í at stuðla tiltakinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, hon skipar fyri bingo til ávís endamál. Men tað er fyrstu ferð, hon skipar fyri tílíkum tiltaki av persónligum orsøkum.

" Parkinson sjúka var ikki nakað, sum hugsað varð um oftari enn, tá eg sá ein faldara um sjúkuna, ella tá man hoyrdi um onkran, ið var so óheldigur at verða raktur av henni. Heilt erligt, so kann eg siga, at eg, eins og flestu onnur, hugsaði, at hetta hendir ikki fyri meg og míni - hóast eg av øllum burdi vitað betur.

Og so er tað eisini tað, at hóast man fegin vil hjálpa, so kann tað tykjast vónleyst, tí hvat skal man gera? Og hvussu kann man hjálpa?

Parkinson Felagið hevur til endamáls at hjálpa og stuðla sjúklingum vid sjúkuni og teirra avvarðandi. Felagið roynir at veita upplýsing um sjúkuna, og tey veita stuðul til gransking av Parkinsonsjúku.

Hóast eg ikki fekk hjálpt beinleiðis, tá sjúkan rakti, fær felagið hjálpt sjúklingunum, so eg gjørdi av, at eg vildi hjálpa hesum felagi at hjálpa. Tí varð avgerð tikin um at veita stuðul til Parkinson Felagið.

Eg kann ikki halda uppá, at tað var neyðugt at leita leingi eftir stuðuli - feløgini, eg ringdi til, søgdu seg gleðiliga vilja hjálpa og stuðla. Og somuleiðis var við einstaklingum á oynni, id vórðu spurdir um lutir og lomb. Tað er heilt fantastiskt, sum fólk eru røsk at hjálpa - og tad er hjartanemandi og rørandi, at fólk og feløg stuðlað á slíkan hátt, sum tað varð til hetta tiltakið. Eg kann ikki gera annað enn at takka túsund ferðir fyri! Eisini teimum, ið hjálptu til - og sjalvandi teimum, id vóru á bingo í Hvalba hetta kvøldið. Tað var eitt sera gott bingo vid einum ótrúliga gódum úrsliti!

Eitt er at taka stig til tílikt, men hetta hevði ikki verið til nakað uttan ta góðu hjálp og tann stóra stuðulin, eg fekk.

Feløgini, id hava studlad eru:

Tangavirkid i Vági

Torgid i Vági

Toystovan i Vági

Heimavirkið i Vági

Salong Eybjørg

Alval á Tvøroyri

FK á Tvøroyri

Bóltfelagið Royn í Hvalba

Effo

Magn

Skemman

The Pier

Hon&Hann

Maria Poulsen búnýti

Rabarbuglas

Steinum

Insito

Adore

Hvonn