Skeið í parkinson sjúku í Klaksvík

Í samstarvi millum Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Parkinsonfelagið eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, ergo- og fysioterapeutar á skeiði í fimm dagar í Klaksvík.

Skeiði er í Smæruni og endamálið er at betra um vitanina um Parkinsonsjúkuna hjá heilsustarsvfólkið. Luttakarar eru frá øllum eldraøkjunum í Føroyum og frá Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Í nógvum førum er vitanin um Parkinsonsjúkuna ikki nøktandi. Heilsustarvsfólk føla ofta at tey ikki megna geva eina nøktandi tænastu tí vit skilja ikki sjúkuna. Ofta vita vit ikki hvussu vit kunnu hjálpa og hvat vit skulu hyggja eftir.

Undirvísarar eru:

Tove Henriksen, yvirlækni, Neurologisk afd., Bispebjerg Hospital

Anders Clausen, kliniskur sjúkrarøktarserfrøðingur, Neurologisk afd., Bispebjerg Hospital

Svend Mikael Larsen, fysioterapeutur, Odense Kommune

Anna B. Danielsen, fysioterapeutur LS

Bjartur Thomsen fysioterapeutur, LS, cand. scient í ítrótti og heilsu.

Mariann P. Garðalíð, ergoterapeutur, ROSAH

Leif Olsen, sosialráðgevi, Almannaverkið

Gunnvá Clementsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Neurologiskt amb. LS

Marjun Poulsen, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni

Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari í Norðoya Bú- og Heimatænastu

Durid Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur og forkvinna í Parkinsonfelagnum

Harumframt siga sjúklingar og avvarðandi frá.

Skeiði endar í morgin.