Fólk við parkinson venja hvønn týsdag og hósdag kl. 13, hjá Klaksvíkar Fysioterapi har fysioterapeutarnir Rannvá Lava Olsen og Fríhild Norðgerð Jóhannesen skipa fyri. 

Venjingin er í hølunum hjá Íðka i Klaksvík og øll sum hava parkinson eru vælkomin. 

Tað eru fólk úr Klaksvík, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði sum í løtuni venja og hósdagin var seinasta venjingin í hesum árinum. Eftir venjing var farið til Leirvíkar har køkurin í Bovling borðreiddi við Te, Kaffi, heimagjørdari Rísalamang við heitari kirsuberjasós, rosinum og karamellum. 

 

Og jólini gjørdust ikki minni góð tá starvsfólk í Bovling lótu jólagestunum eina mandlugávu. Og vit vóru ordiliga tikin á bóli tá rindast skuldu, tí tá fingu vit at vita at jólahugnin skuldi verða ein gáva. 

 

Vit fegnast um hjartaligu og hugnaligu gávuna. 

 

Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár til øll í bovlinghøllini í Leirvík. 

 

Heilsan 

 

Rasmus (vantar á myndini), Malena, Jóna, Jákup Andreas, Jákup, Julia, Danjal, John William og Hans Jákup. 


Venjingin fyri fólk við parkinson byrjað aftur týsdagin tann 8. Januar kl. 13.