Í 2016 skipaði Parkinsonfelagið, fyri fundi í Føroyum millum Norðurlendsku Parkinsonfeløgini. Durid Jóhannesen, forkvinna sæst á myndini uttast til høgru

PARKINSONFELAGIÐ: Ársfrágreiðing 2016

Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, legði fram hesa frágreiðing, um virki felagsins í farna árið, fyri aðalfund felagsins. Aðalfundurin var í MBF húsinum leygardagin.

Á seinasta aðalfundi,13/2-2016, varð ongin broyting í nevndini, og varð hildið fram við hesari nevndarskipan:

Durid Johannesen forkvinna

John William Joensen næstformaður

Gudny Benjaminsdóttir peningarøkil

Sofía Jacobsen skrivari

Jákup Lamhauge nevndarlimur

Margreth Mortensen varalimur

Eyðun Simonsen varalimur

Í nevndarsetuni 2016 hevur nógv verið á skránni hjá felagnum.

Neurologisk ambulatorium

Í august var nevndin á fundi við Neurologisk amb. á LS. Við á fundinum vóru Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri og Bjarki á Rógvu Hansen, leiðandi neurologur umframt ein sjúkrarøktarfrøðingur og skrivari á ambulatoriinum. Tosað var saman um hvat vit mettu tørvur var á og vit vóru kunnaði um verandi tænastur. Nú eru neurologar frá Bispebjer hospital í Føroyum tveir dagar um mánaðin.Miða verður eftir at teir hugsavna seg um Parkinsonsjúklingar.

Skype fundur er millum LS og neurolog á Bispebjerg hospital hvørja viku til viðgerð av bráðfeingis støðum.

Harvið er viðgerðarstøðan betrað, hóast nøkur enn hava kenslu av at vegurin til hjálp er langur tá eitthvørt serstakt er áfatt. Vit kunnu tó bara viðmæla fólki at ringja til neurol.amb. fyri at fáa hjálp og fyri at vísa á tørvin.

Vit hava strongt á at fáa fysioterapeutar við í viðtaluna á neurologisk ambulatoriium, tí venjing er so týdningarmikil partur av viðgerðini hjá fólki við Parkinson. Hetta sær nú út til at gerast veruleiki. Fysioterapiin á LS og neurologisk amb. hava tosað saman, og væntandi fæst hetta at virka í næstum.

Nordisk Parkinsonråds Årsmøte _ NPR

Norðurlendski Parkinsonfundurin 2016 var hildin í Føroyum.

Hetta vóru tveir góðir dagar. Vit vóru saman við fólki úr grannalondunum, sum eisini arbeiða fyri at betra um korini hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi. Vit samtalaðu um hvussu og hvat vit hvør sær arbeiða við, og fingu góð hugskot til hvussu arbeiðast kann. Eisini vístu vit teimum gomlu Havnina og vóru við Silju Star undir Vestmannabjørgunum og í Kirkjubø til ein góðan bita í Roykstovuni. Tey vóru sera hugtikin av okkara landi og vóru vit sjálvi ikki sørt errin av, at vera vertir í okkara so vakra landi.

Í samband við at NPR var í Føroyum, skipaði íslendska parkinsonfelagið, Parkinson Samtøknin, fyri ferð fyri sínar limir, og vóru ein 30 fólk vóru í teirra ferðalagi. Tey vóru ymsastaðni runt landið í 5 dagar. Alt riggaði sera væl. Vit vóru vertir til ein drekkamunn í Norðurlandahúsinum mánadag seinnapart, har tey eisini blivu víst runt av íslendska stjóranum.

European Parkinson's Disesase Asociation _ EPDA

EPDA er samtakið hjá Parkinsonfeløgunum í Europa.

Í oktober vóru John William Joensen, næstformaður og Durid Johannesen, formaður í London á EPDA-ráðstevnu.

Har kom nógv áhugavert fram á fundunum eins og vit fingu gevandi samrøður við tey ymsu umboðini. Greiða fatanin er, at vit hvør í sínum lagi hava okkara at stríðast við og fyri. Í mun til hjá okkum er nógvastaðni sera lítil áhugi fyri sjúkuni.

Í samband við at vit vóru í London helt NPR (Nordisk Parkinsonråd) ein ráðleggingarfund, um hvussu vit í 2017 fara at gera vart við at tað eru 200 ár síðan James Parkinson skrivaði tað seinni so kenda ritið ”An essay on the shaking palsy”, sum snýr seg um ‘rystilammilsi’, har hann við støði í seks persónum, sum hann hevði eygleitt í grannalagnum, skrivaði tað fyrstu frágreiðingina um eyðkendað gongulagið og ristingina, sum fólk við Parkinson hava.

Ætlandi fer átakið at fevna um at varpa ljós á vitanina um sjúkuna, viðgerðarhættir, granskingarúrslit og stevnumið.

Tiltøk fyri avvarðandi

Vit skipaðu fyri tveimum tiltøkum fyri avvarðandi hjá fólki við Parkinson, eitt fyri hjún har annar hevur Parkinson og eitt fyri børn og barnabørn hjá fólki sum hava Parkinson. Hetta riggaði væl og vóru fólk sera væl nøgd við tiltøkini.

Heitt hevur verið á felagið um at endurtaka hetta, og hava vit avgjørt at hava eitt tiltak fyrrapart og eitt seinnapart 25. mars 2017.

Fysioterapi

Í juni skipaði felagið, saman við fysioterapiini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, fyri skeiði fyri fysio- og ergoterapeutum. 40 fysio- og ergoterapeutar úr øllum landinum luttóku. Undirvísari var Finn Egeberg Nielsen, konsulentur hjá danska Parkinsonfelagnum. Undirvíst var í nýggjastu vitan um venjing til fólk við Parkinsonsjúku. Eftirmetingin hjá luttakarunum var jalig, og vóru fólk spent at royna hetta nýggja í praksis.

Vit hava í NPR (Nordisk Parkinsonråd) eisini tosa um at skipa fyri norðurlendskum samstarvi fyri fysioterapeutar um Parkinson. Vit settu okkum í samband við felagið hjá føroysku fysioterapeutunum fyri at finna ein kontaktpersón, sum kundi samskifta við hini londini og sum skal vera við til NPR ráðstevnuna í Reykjavík í mai har hetta verður eitt av fundarevnunum.Bjartur Thomsen verður kontakpersónur fyri føroysku Fysioterapeutarnar.

Ræddarvenjing

Í august skipaðiRakul Jógvansdóttir,talupedagogur, fyriræddarvenjing til fólk við Parkinson. Fólk tóku væl ímóti tilboðinum og siga fleiri, at tey fingu sera góða hjálp. Ætlandi verður skipað fyri líknandi skeiði í summar - bæði í Tórshavn og norðanfyri.

Limafundir og jólafundir

Í ár hava vit bara haft limafund í Suðuroy, har nevndin greiddi frá um arbeiði felagsins, og var høvi til at spyrja spurningar. Ætlanin var eisini at hava fundir aðrastaðni, men var hetta tað, ið vit megnaðu.

Afturvendandi jólafundirnir vóru í ár hildnir ávikavist í Klaksvík á Heiminum við Vágna og í Havni í MBF húsinum. Vit fingu ris a’la mande og smákøkur, sungu saman, lósu jólaevangeliðið og seldu og trektu lutaseðlar. Í alt vóru eini 80 fólk við. Fundirnir vóru merktir av hugnaligari samveru við góðum práti.

Pálshøll

Pálshøll skipaði, saman við okkum, fyri venjingarráðstevnu fyri fólk við Parkinson og teirra avvarðandi. Hetta var nakað nýtt, baði fyri fyriskiparar og luttakarar, men sigast má, at hetta hepnaðis sera væl. Tað var bæði hugnaligt og fakliga stimbrandi. Vant var baði í hyli og uppi á turrum. Fólk vóru sera væl nøgd.

Stuðul

Aftur í fjør skipaði Rebekka Olsen Kærbechinnsavningartiltaki. Hon hevði tombola á Torginum í Vági. Inn komu 6359,50 kr. Vit hittu hana á limafundinum í Vági og fingu har høvi til at takka henna fyri hendan hjartanemandi og kærkomnað stuðulin.

Aftur í 2016 søktu vit kommunur um fíggjarligan stuðul til virksemi felagsins. Inn kom rættiliga fitt av peningi. Vit eru sera takksom fyri tann stuðulin, sum kommunur – ikki minst tær smáu kommunurnar, kring landið veita felagnum.

Vit hava eisini fingið gávur í sambandi við andlát, og fer hesin peningur til gransking, um ikki annað er viðmerkt í sambandi við gávurnar.

Kunning

Á síðsta aðalfundi varð kunnað um ætlanir um kunnandi ‘animatións’filmar, sum svenska og norska parkinsonfelagið hevði í hyggju at fáa gjørt, og sum vit høvdu áhuga í at fáa gjørt føroyska talu og tekst til og nýta teir her heima hjá okkum. Stígur kom tó í teirra ætlanir, men nú í januar hoyrdu vit aftur frá teimum. Talan er um 6 stutta filmar, og eru teir um at vera lidnir. Vit arbeiða við at fáa tekstin umsettan, innlisnan og lagdan inn á filmin. Ætlanin er at teir skulu sýnast í nakrar dagar frá 11. apríl.

Vit fáa alsamt fyrispurningar frá stovnum og røktarheimum um parkinsonsjúkuna.Tað lývgar, at tey, sum eru um fólk við Parkinson, vilja skilja sjúkuna fyri at veita betri røkt og stuðul til tey, ið hava sjúkuna og teirra avvarðandi.

Eisini fáa vit fyrispurningar frá ungum lesandi, bæði frá fólkaskúlanum og miðnám, sum gera verkætlanir um Parkinson. Hetta er sera jaligt og greitt tekin um, at okkara kunningarátøk hava gjørt evnið viðkomandi í samfelagnum.

Til tess at lætta um samskiftið millum limirnar og felagið, er greitt, at neyðugt er at nýta teldupost fram um vanlig brøv. Flestu limirnir nýta teldu og alnót, og hava vit teldupostadressuna hjá meir enn helminginum av limunum. At samskifta við teldupost lættir nógv um, er bæði skjótari og bíligari.

Heimasíðan verður javnan dagførd, og verður eisini brúkt til at hava kunning liggjandi.

Ein fysioterapeutur hevurbjóða seg fram at hjálpa eitt sindur til í felagnum. Hon sigur, at tað eyðvitað liggur henni næst at kunna um evnir innan hennara fakøki, og fegnas vit um tað. Hon hevur lagt tær nýggjastu leiðreglurnar fyri venjing út á síðuna. Vit eru sera takksom fyri hennara íkast til at gera heimasíðuna áhugaverda og viðkomandi.

Facebook er eisini ein viðkomandi kunningar- og samskiftismiðil, og hava vit ein ‘profil’ har, sum vit brúka til ymiska felagsviðkomand kunning.

Durid Johannesen

Forkvinna

Parkinsonfelagið