Nýtt tilboð til fólk við Parkinson

Hevur tú Parkinson, ert 67 ár ella eldri og hevur áhuga í at venja saman við øðrum í somu støðu, hevur ergoterapeuttoymið og fysioterapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni eitt nýtt tilboð til tín.

Talan er um tvinni skeið, ið fevna um venjing og undirvísing frá ergoterapeutum og fysioterapeutum. Eitt skeið er til teirra, sum nýligani hava fingið staðfest Parkinson (skeið A) og eitt til teirra, sum hava livað við Parkinson í eina tíð (skeið B).

Skeið A fevnir um 16 vikur, har vit møtast einaferð um vikuna í uml. 1-2 tímar.
Skeið B fevnir um 12 vikur, har vit møtast tvær ferðir um vikuna í uml. 1-2 tímar.

Pláss er fyri 8 luttakarum á hvørjum skeiði.

Les meira um tilboðið HER og til ber at melda til í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo HER.