Mælir til ókeypis venjingartilboð til fólk við Parkinson

Annita á Friðriksmørk, reisti í dag spurningin um venjingartilboð á løgtingið, í samband við aðalorðaskiftið um nýskipan av Heilsuverkinum.

Ì røðu síni nevndi løgtingslimurin hjá Tjóðveldi at tað er sera týðandi fyri fólk við Parkinson at venja.

  • Tilboð um venjing við Fysioterapeuti, er sera týdningarmikið fyri fólk við parkinson.
  • Tað er í mestalagið 130 fólk við Parkinson í Føroym og um tey fáa møguleika at venja tvær ferðir um vikuna, ókeypis, alt árið, verður talan um eina meirútreiðslu fyri Heilsuverki á 1,7 mió. kr. árliga.

Hetta tilboðið er ókeypis í londunum kring okkum fyri fólk við Parkinson, og hetta eiga vit eisini at megna í Føroyum, segði tingkvinnan m.a.