LSVT viðgerð til Parkinson rakt í Føroyum

Hevur tú veika rødd og/ella ótýðuliga úttalu so les her: Eg eiti Rakul Rasmussen Jógvansdóttir, og eri audiologopædi lesandi á Københavns Universitet í Keypmannahavn. Av tí at eg í summar eri útbúgvin Logopæd (Talupædagog), vil eg fegin bjóða Parkinson raktum í Føroyum venjiningarviðgerð í LSVT.

Hvat er LSVT?

Lee Silverman Voice treatment, stytt til LSVT, er ein venjingarviðgerð, ið serliga er ætlað til fólk ið eru rakt av Parkinson. Parkinson førir ofta við sær at m.a. rørslur (í munni og aðra staðni) gerast seinar og treðkar, og at stemman viknar. Høvuðs endamálini við venjingunum eru at betra um stemmu styrkina, týðuligera úttaluna, og at betra sensorisku uppfatanina av egnari præcentatión.

Venjingarnar eru í 60min, 4ferðir um vikuna (+ heimavenjing hvønn dag), í 4 vikur. Tær koma at fyriganga í rúmi har einans eg og tann Parkinson rakti eru inni. Venjingarnar eru simplar, krevja sum so ongar aðrar hjálparmiðlar enn eina stemmu, ein munn, og ein motiveraðan persón sum er ágrýtin eftir at betra um taluna.

Venjingarforløbið er stutt men intenst, og kann geva sera góð úrslit.

Her er ein leinkja til eina videoupptøku av eini kvinnu við parkinson, sum greiðir frá hvørja ávirkan parkinson hevur á hana áðrenn hon hevur fingið LSVT venjing og eftir LSVT venjing. 

LSVT er ein sera kend og góð venjingarviðgerð, ið verður nýtt í nógvum londum; til dømis, Danmark, Onglandi, Amerika osv. Hendan viðgerð verður nú at fáa í Føroyum eisini.

Pláss er fyri 10 persónum. 5persónar kunnu byrja 27.juni Og 5persónar kunnu byrja 1.august.

Kostnaður er 3.000kr.

Í fyrsta umfarið ynski eg at finna útav hvar í landinum flest hava áhuga. Út frá hesum fari eg at royna at fáa fatur á hølum, har venjingarnar kunnu vera.

Áhugaði kunnu kontakta meg á:

Email : rakulrj@gmail.com

Facebook: Rakul Rasmussen Jógvansdóttir

Tlf: 0045 81517934


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=gNIdxYjGVV8]