Lívið gjørdist sterkari og litríkari eftir at eg fekk staðfest Parkinson

Eyðun Ásason var einans 29 ár, tá hann fekk staðfest sjúkuna Parkinson. Hetta var í 2006 og 31. oktober í ár, verður hann lagdur undir skurð á Ríkissjúkarhúsinum, har elektrotur verða settar djúpt inn í heilan. Gongur alt væl vanta læknarnir, at hann far eitt munandi betri lív. Men skurðviðgerðin er ikki vandaleys og tí hevur Eyðun gjørt av at halda eina seinastu konsert í Saltsiloini á Drelnesi.

GREIN ÚR NORÐLÝSINUM:

Sunnudagin 24. september kl. 15 fer Eyðun Ásason, saman við Rana Nolsøe Band, at tulka sangir hjá Freddie Mercury. Harumframt kemur Andras Sólstein at greiða frá um lívið hjá Freddie. 15% av seldu atgongumerkjunum verða latin Parkinsonfelagnum og atgongumerkini, sum kostað 200 kr. kunnu keypast áwww.atgongumerki.fo.

Fekk Parkinson sum 29 ára gamal

Eyðun Ásason greiðir frá at tá hann var einans 29 ár fekk hann staðfest Parkinson.

-Tað var tann 14. desember í 2006 og í dag eri eg 40 ára gamal. Eingin ynskir at gerast sjúkur, men nú eg hyggi aftur á tíðina, sum er fráliðin má eg staðfesta, at eg havi fingið meira burtur úr Parkinson enn sjúkan higartil hevur tikið frá mær. Tað ljóðar kanska løgið, men tá eg fekk at vit at eg var sjúkur, hendi ein broyting í lívinum, og sjálvur haldi eg at lívið fekk eitt annað innihald. Ein kann kanska siga at eg fekk eyguni upp fyri hvussu stóran týdning lívið hevur.

-Hóast likami viknar og nógv fylgir í kjalarvørrinum av sjúkuni, so havi eg hesi árini fingið ein heilt nýggjan lívskvalitet. Á ein ella annan gerast tær góðu løturnar heilt fantastiskar. Eg havi eitt heilt annað lív í dag og tað hevði eg ikki havt uttan eg fekk sjúkuna, so hon hevur sanniliga latið upp aðrar dyr.

-Eg havi eisini verið sera heppin tí eg fekk eina dámu við trimum børnum, sum tóku ímóti mær við opnum ørmum og tað eri eg sera takksamur fyri.

-Saman við sjúkuni hevur tónleikurin givið mær sera nógv góð vinfólk, so eg vildi ikki verið hesi árini fyriuttan – hóast eg sjálvandi ynski at gerast frískur.

-Fyri tveimum árum síðani helt eg at tað var liðugt við tónleikinum, tí eg misti førleikan at spæla guitar og sangrøddin hvarv eisini. Men røddin kom afturí aftur og tað eri eg sera fegin um.

-Men sjúkan broytist alla tíðina og í seinastuni hevur hon skaptar mær so nógvar trupulleikar, at eg eri komin har til at eg vil gera eina roynd at sleppa av við hetta lorti, og royna um eg ikki kann fáa nøkur góð ár aftur.

Lagdur undir skurð

Eyðun Ásason, skal leggjast undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum tann 31.oktober, og flestu sum hava fingið skurðviðgerðina hava fingið eitt nógv betri lív.

- Men eingin skurðviðger er heilt vandaleys, og í hesum føri fara læknarnir einar 15 cm niður í heilan fyri at plasera nakrar elektrodur. Tað er eisini ávísur vandi fyri, at tað kann ganga galið og hóast vandin er lítil, so er vandi fyri at fáa eplepsi o.a.. Tí havi eg valt at hava hesa konsertina, nú eg framvegis megni at syngja, tí eg veit ikki hvat lívið hevur at bjóða mær eftir skurðviðgerðina. Samstundis havi eg avgjørt, at partur av atgongumerkjunum fara til Parkinsonfelagið, sum arbeiðir fyri at betra viðurskiftini hjá føroyingum við Parkinson.

Freddie Mercury í Saltsiloini

Eyðun Ásason, sigur at hann altíð hevur dáma Freddie Mercury og hann verður ongantíð troyttur av at lesa tekstirnar hjá honum.

- Rani Nolsøe, sum við øðrum góðum musikarum úr Klaksvík fer at spæla undir, hevur sjálvur dyrka Queen og Freddi. Tað hevur týdning fyri meg, at verða saman við tónleikarum, sum leggja sálini , og tað merki eg at teir gera. Hetta hevur sera stóran týdning fyri framførsluna, sum eg vóni at áhoyrarar eisini merkja og fara heim við eini ríkari uppliving