Landstýriskvinnan heilsar Parkinsonfelagnum

Sirið Stenberg, landstýriskvinna í Heilsumálum, fegnast saman við Parkinsonfelagnum um at bíðitíðin til neurologiska viðgerð á Landssjúkrahúsinum nú er stytt munandi. Í brævið til Parkinsonfelagið skrivar Sirið Stenberg, at tað er sera jaligt at framgongd er at hóma á hesum øki.

”Kenni væl til trupulleikarnar, sum fólk við Parkinson dragast við. Gleðist saman við tykkum um batar á økinum, og takki fyri tykkara týdningarmikla leiklut. Hetta er eitt mál vit mugu arbeiða saman um at fáa sett á dagsskrá, so tey raktu fáa betri, skjótari og meira nøktandi hjálp og viðgerð. Allarbestu eydnu til tykkum í felagnum.

Fyrr í dag sendi Parkinsonfelagið, soljóðandi tíðindaskriv út til miðlarnar:

Parkinsonfelagið fegnast um batar í føroyska heilsuverkinum

Í góðum samstarvið við Parkinsonfelagið hevur føroyska heilsuverki sett meira fokus á støðuna vikjandi viðger fyri Parkinson í Føroyum og í 2015 vísti Parkinsonfelagið á at bíðitíðin til neurologiska viðgerð var í minstalagi 24 mánaðar.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum saman við Heilsumálaráðnum og politiska myndugleikanum settu eftirfylgjandi tiltøk í verk fyri at stytta bíðilistarnar og í vikuni kundu vit staðfesta at bíðitíðin hjá sjúklingum við parkinson til neurologiska viðgerð nú er umleið 8 mánaða fyri nýggjar sjúklingar. Sjúklingar sum eru í viðgerð fáa kontroll eina ferð um árið og í serligum førum 2 ferðir um árið.

Ikki komin á mál enn.

Viðmælt verður av serkønum, at fyri at vera í góðari og optimalari viðgerð fyri Parkinsonsjúku, sum er tilrættaløgd til tann einstaka, so gongur man til viðtalu hjá neurologi 2-3 ferð um árið - ella meira. Royndir vísa at fólk við vælviðgjørdari Parkinson og sum fáa góða vegleiðing, hava tað betur og klára seg betur. Tey eru longur aktiv á arbeiðsmarknaðinum, eru longri í egnum heimi uttan hjálp og klára seg betur í samfelagnum sum heild. Eisini kunnu vit staðfesta at eitt nú í Danmark eru eingir bíðilistar til neurologiska viðgerð.

Forsetin í Evropeiska samstarvsfelagsskapinum fyri Parkinson feløg EPDA, Knut-Johan Onarheim, segði í seinastu frágreiðing síni um støðuna hjá fólki við Parkinson í Evropa:

”Í 2017 kunnu vit staðfesta at 200 ár eru liðin síðan at sjúkan varð fyrstuferð staðfest og navngivin. Og hóast hetta er long tíð hava vit enn ikki funnið nakran lekidóm. Støðan er álvarslig, tí ikki einans er eingin leking fyri Parkinson, men eisini eru nógvir trupulleikar í samband við at fáa eina greiða diagnosu, at koma í viðger, og at fáa røttu umsorganina. Almenningurin kennir lítið og einkið til sjúkuna og sera stórur tørvur er á kunning. Fólk við Parkinson hava sera trupult við at fáa atgongd til røttu viðgerina og til serlæknar sum hava servitan um Parkinson…..” (Les meira her: http://www.parkinson.fo/news-alneydugt+vid+umfatandi+vagafusum+tiltokum+nu+talid+a+folki+vid+parkinson+okist+i+storum.htm )

Norðurlendsk Parkinsonráðstevna í Føroyum

Parkinsonfelagið er í døgunum 18.-20. mai vertur fyri Norðurlendskari Parkinsonráðstevnu har parkinsonfeløg úr øllum Norðanlondunum hittast. Harafturat fer Parkinsonfelagið í heyst at bjóða fólki við Parkinson, saman við avvarðandi, til eina Ráðstevnu í Páls Høll.

Á Norðurlendsku ráðstevnuni í Tórshavn 18. – 20. mai fara umboð fyri Parkinsonfeløgini í Finlandi, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og Føroyum at umrøða felags áhugamál og støðuna hjá fólki við Parkinson í Norðurlondum.

Ráðstevna fyri fólk við Parkinson

Páls Høll í Vági hevur saman við Parkinsonfelagnum, tikið stig til eina sera áhugaverda ráðstevnu í Vági seinna vikuskiftið í heystfrítíðini.

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða fólki við Parkinson og avvarandi venjingar, soleiðis at fólk við Parkinson kunnu klára seg betur í gerandisdegnum. Samstundis bjóða vit øllum við Parkinson ein møguleika at hugna sær saman og skifta orð um sjúkuna ella bara hugna sær saman.(Les meira her: http://www.parkinson.fo/news-nordurlendsk+radstevna+um+parkinson+i+foroyum+og+radstevna+fyri+folk+vid+parkinson+i+pals+holl.htm )

NEVNDIN