Klaksvíkar Fysioterapi bjóðar bólka venjing til fólk við Parkinson frá 27 september

Klaksvíkar Fysioterapi bjóðar venjingar til fólk við Parkinson, har vit fyrst hava viðtalu og test.

Venjingarnar verður síðani grundaðar á viðtaluna og støði hjá tí einstaka.

Venjingin er í bólkum, har venjingin umfatar:

- venjing í maskinum

- venjingar á máttum/gólvinum

- Elastikkir

- bóltar o.a.

Fokus verður á at venja styrki, javnmeting (koordinatión), rørslur og treysti.

Vit fylgja gjølla við gongdini hjá einstaka luttakaranum og gera javnan ”standard testir”, so venjingin hóskar til tørvin hjá tí einstaka.

Venjingarnar verða hjá Íðka sum er í Klaksvíkar Svimjihøll, týsdag og hósdag kl. 13-14.

Meira kunning og tilmelding á telefon 457110 / 259944 gerandisdagar millum kl. 8-16.

Klaksvíkar Fysioterapi