Kaffi kann staðfesta parkinson, áðrenn sjúkratekini gerast sjónlig

Nøgdirnar av koffein í  blóðinum kunnu avdúka um kroppurin er byrjaður at útvikla parkinson, sera tíðliga í sjúkratilgongdini. Hetta skrivað japanskir granskarar í blaðnum ”Neurology” í januar útgávuni.

Granskingin vísir at fólk við parkinson upptaka minni nøgdir av Caffein og Caffeine-Metabolites í blóðinum enn fólk, sum ikki hava parkinson hóast tey drukku somu nøgdir av kaffi.

Fólk við byrjandi motoriskum trupuleikum upptóku eisini minni caffein í blóði, men eingin munur var á nøgdunum av Caffein í blóðinum hjá fólki, sum høvdu havt parkinson í nógv ár og hjá fólki, sum ikki høvdu parkinson.

Granskararnir, Dr. David Munoz, frá lærda háskúlanum í Toronto, og Dr. Shinsuke Fujioka, Fukuoka frá lærda háskúlanum Fukuoka, siga at granskingin gevur ábendingar um at orsøkin til at kroppurin upptekur minni caffein er byrjandi parkinson.

Granskararnir siga eisini, at um onnur gransking eisini vísir somu úrslit, kann tað fáa stóran týdning fyri arbeiði at fáa staðfest parkinson so tíðliga sum gjørligt. Jú fyrr ein sjúklingur kann koma í viðgerð fyri parkinson tess betri eru viðgerðarmøguleikarnir.


Kelda: Parkinson Life