Dr. James Parkinson

Hvat er Parkinson?

Fyrstur at gera vart við hesa sjúkuna var enski læknin James Parkinson í 1817, tí eitur sjúkan parkinsonsjúkan. Sjúkan hevur sín uppruna í heilanum, tí ov lítið dopamin verður gjørt og vísir seg fyrst og fremst sum ristilamningur.

Hvussu ger sjúkan vart við seg?

Sjúkan tekur seg oftast upp hjá tilkomnum og serliga eldri fólki. Bæði kyn verða líka ofta rakt. Høvuðstrupulleikarnir eru partvísur lamningur (trekleiki) í rørslum, stívleiki og ristingar, mest í ørmum og beinum. Stívleikin og trekleikin í rørslunum í beinunum elvir ofta til, at gongulagið verður støplandi. Hjá summum verða inn ímillum rørslur læstar sum herðindi, ein kemur ikki úr stað.
Onnur fyribrigdi standast ofta av sjúkuni, t.d. nógvur sveitti, nógv spýtt, harður magi, trupulleikar at lata vatnið og minni evni til kynsliga samveru. Tað sinnisliga verður ofta burturgloymt ella bert roknað sum eftirvirkni av sjúkuni. Slíkt kann eisini vera sum sinnistyngd, men tað tykist mest sum at hoyra við til sjúkuna, at ein kann koma í sinnisligan trekleika og hava lyndi til sinnistyngd (depressión). Vitið og minnið verða ikki rakt, men av tí at flest sjúk eru eldri fólk, kann ávirkan á minnið eisini vísa seg og gera tað tyngri at dragast við sjúkuna.

Hvør er orsøkin?

Hildið verður, at høvuðsorsøkin er, at ov lítið av dopamini verður gjørt í ávísum pørtum í heilanum. Dopamin er eitt evni, sum í heilanum er millumliður millum nervakyknur.

Hvussu verður sjúkan ávíst?

Sjúkan verður ávíst við vanligari læknakanning. Serliga stívleikin í limunum er høvuðstekin. Eingin blóðroynd ella onnur kanning kann ávísa sjúkuna.

Ber til at viðgerða sjúkuna?

Eingin grøðandi viðgerð er, men tey seinnu árini eru komin fram fleiri sløg av heilivági. Høvuðsvirkanin hjá øllum hesum heilivági er beinleiðis ella óbeinleiðis at vaksa um dopaminið í heilanum. Heilivágur, sum økjur um dopamin í heilanum er eldepryl. Heilivágur, sum verður umgjørdur í heilanum til dopamin, er madopar og sinemet. Eitt nýggjari slag av heilivági er, og eitur comtess og kann takast afturat madopar og sinemet. Onnur sløg eru eisini á marknaðinum í dag og eita: cabaser, sifrol, permax og parlodel. Ymisk árin kunnu vera av heiliváginum.

Venjing

Av aðrari viðgerð, sum er týdningarmikil, er at venja vøddar og rørslur og eisini fysioterapi. Ymisk hjálpitól, sum kunnu vera til nyttu, eru eisini.