Fólk við Parkinson og øðrum neurologiskum sjúkum koma skjótari í viðgerð

Sum landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum fegnast eg um miðvísa átakið á Landssjúkrahúsinum, sum hevur við sær, at bíðitíðin til neurologiska útgreinan styttist við meira enn einum ári.

----

Bíðitíðin til útgreinan fyri nervafrøðiligar sjúkur er í dag millum 18-24 mánaðir. Landssjúkrahúsið hevur tí í ár valt at styrkja økið við at seta Bjarka á Rógvi Hansen í eitt parttíðarstarv sum serlækna í neurologiskum sjúkum at taka sær av at samskipa og visitera innan hetta serøkið í Føroyum. Millum kendastu nervafrøðiligu sjúkurnar eru Parkinson, Alzheimer, demens og epilepsi.

Eg harmist um, at bíðirøðirnar til útgreinan og viðgerð fyri Parkinson og aðrar neurologiskar sjúkur hava verið so drúgvar, men við nýggjum serlækna eru útlitini fyri munandi bata góð, og tað fegnist eg um, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.

Fyri at fáa bíðitíðina til útgreining niður, er Landssjúkrahúsið farið undir miðvíst átak við at økja um dagatalið, sum serlæknin er á sjúkrahúsinum hesar komandi tríggjar mánaðirnar. Málið er, at bíðitíðin í februar 2016 er stytt niður til áleið eitt hálvt ár. Harvið styttist bíðitíðin hjá hesum sjúklingum við meira enn einum ári.

Haraftrat hevur Landssjúkrahúsið júst gjørt samstarvsavtalu við Bispebjerg Sjúkrahús og Ríkissjúkrahúsið um telemedisinska tænastu innan neurologiska økið. Avtalan hevur við sær, at færri sjúklingar noyðast at fara uttanlands til kanningar.

Samstarvsavtalan letur somuleiðis upp fyri, at donsku sjúkrahúsini frameftir kunnu taka ímóti úrslitum av kanningum, gjørdar á Landssjúkrahúsinum í sambandi við møguliga viðgerð í Danmark. Á hendan hátt skulu hesar kanningar ikki gerast av nýggjum, tá ið sjúklingar koma til Danmarkar.

Umframt at betra um tænastuna til sjúklingarnar, fara hesar betringar eisini at økja um kapasitetin á samlaða neurologiska økinum hjá Landssjúkrahúsinum.

Sirið Stenberg

Landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum