BROYTING: Ráðstevna fyri fólk við Parkinson í heystfrítíðini 14. okt. - 16. okt. 2016.

Í samstarvi við Parkinsonfelagið, skipar Pálshøll í Vagi, fyri áhugaverdari ráðstevnu fyri fólk við Parkinson. Ráðstevnan er fyri fólk við parkinson, avvarandi og børn.

Eftir afturmelding frá limum um at tey hildu uppruna skránna vera í longra lagi og kostnaðurin í hægra lagi, er ráðstevnan nú stytt við einum degi, og er nú sett at vera frá fríggjadegi seinnapart til sunnudag seinnapart.Og kostnaðurin er nú 1100 kr. fyri vaksin og 350 kr. fyri børn – alt íroknað uttan gisting.

Vónandi fer hetta at eggja fleiri til at vera við.

Skrá:

Fríggjadagin 24. oktober

13.00

Smyril fer av Havnini

16.00

Móttøka og hugnaløta í Páls Høll við svimjing, sauna, heitum potti vm.

18.00

Nátturði á Hotel Bakkin

19.00

Framløga um Ráðstevnuna


Leygardag 25. oktober

8.00-10.00

Morgunmatur á Hotel Bakkin

10.00

Páls Høll og Vælvera fitness lata upp

11.00

Felags fimleikur

12.00

Døgurði á Hotel Bakkin

14.00

Lættur fimleikur í hylinum

17.00-18.30

Limafundur, øll eru vælkomin

19.00

Galla døgurði, fyri luttakarar á ráðstevnuni

21.00-22.00

Fundur fyri avvarðandi


Sunnudagur 26. oktober

8.00-10.00

Morgunmatur á Hotel Bakkin

11.00

Páls Høll og Vælvera fitness lata upp

11.00

Felags fimleikur

12.00

Døgurði á Hotel Bakkin

14.00

Lættur fimleikur í hylinum

15.00

Samanumtøka

17.30

Smyril siglir av Krambatanga


PRÍSIR

Morgunvenjing, styrkivenjing, venjing í hyli, fyroilestrar, hugnaløtur og allar máltíðir eru íroknað prísin:

Vaksin kr. 1.100,-

Børn kr. 350,-

Innivist (ikki íroknað prísin omanfyri):

Til ber at leiga serligar smáttur fyri 950 kr. har pláss er fyri 4-8 fólkum. Eisini ber til at búgva á hotell Bakkin.

Tilmelding á telefon 239390 ella info@vagur.fo


UM RÁÐSTEVNUNA:

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða Parkinson felagnum, limum teirra og avvarandi venjingar, soleiðis at fólk við parkinson kunnu klára seg betur í gerandisdegnum. Samstundis bjóða vit øllum við parkinson ein møguleika at hugna sær saman og skifta orð um sjúkuna.

Ráðstevnan fevnir um tríggjar dagar, frá fríggjadegnum 14. okt. til sunnudagin 16. okt. 2016, og er ætlað øllum við parkinson saman við familjum teirra.

Fysioterapeutur kemur at standa fyri venjingunum, sum allar eru viðkomandi fyri fólk við parkinson.

Øll venjingar-program verða útflýggjað, so tit kunnu hava hesi heim við. Vit koyra øll programini ígjøgnum hvønn dag, so vit tryggja okkum, at tá tit fara til hús aftur, duga tit venjingarnar uttanat.

Avvarandi eru vælkomin við til allar venjingarnar, soleiðis at tey møguliga kunnu hjálpa til við venjing.

Alt skal ikki snúgva seg um venjing á ráðstevnuni, tí verða ymsir fyrilestrar og hugnaløtur um kvøldarnar og Hjálpitólarmiðstøðin kemur at vísa hjálpitól fram, sum eru viðkomandi hjá fólki við parkinson.

Børn eru hjartaliga vælkomin við á ráðstevnuna, sum fáa fulla atgongd til Páls Høll ímeðan ráðstevnan er.

Hotel Bakkin bjóðar morgunmatar-buffet, døgurða og nátturða, sum alt er við í prísinum.

Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu hart ein er raktur av parkinson sjúkuni. Tí er tað ikki eitt krav, at tey luttakandi skulu møta til øll tiltøkini. Tað ber væl til at velja og vraka úr skránni, so tit fáa júst tað burtur úr, sum tit hava tørv á.

Vónandi taka tit væl ímóti hesum tilboðnum og møta mansterk til Ráðstevnuna hjá Parkinson Felagnum í heystfrítíðini í Vági.