Bólkavenjingar og vegleiðing til fólk sum hava parkinson.

Vit fara tann 27 juni í holt við at bjóða bólkavenjingar til persónar, ið hava fingið diagnostiera parkinson sjúkuna. Bólkavenjingin kemur at vera í nýggju hølunum hjá Íðka á Bøgøtu í Klaksvík.

Venjingarnar verða uppbygdar um 4 venjingarháttir

- Kondition

- Styrkivenjingar

- Balance

- Rørslukvalitetur

Ætlanin er at nýta allar venjingarháttirnir til hvørja bólkavenjing.

Síðani venja vit í 60 min hvørja ferð. Venjingin verður tilrættarløgd eftir hvør tørvurin er í bólkinum.

Vit fara at at byrja í smáum og síggja tíðina an viðvíkjandi hvør tørvurin er.

Fyri at vera við í einum bólki skalt tú biðja um eina læknaávísing til fysioterapi. Hetta fyri at heilsutrygd kann gjalda helvtina av kostnaðinum.

Læknarnir verða kunnaðir um venjingar tilboði.

Vit byrja so skjótt sum bólkanir eru mannaðir og til reiðar.


Vinarliga

Klaksvíkar fysioterapi

Tlf/fax. 457110

v/ Jóngerð Biskopstø

og Rannvá Lava Olsen