Bill Justinussen spyr um Parkinson-sjúklingar

Skrivligur fyrispurningur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum

1. Hvussu nógvir Parkinson-sjúklingar fáa viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum?

2. Hvørji viðgerðartilboð fáast frá føroysku sjúkrahúsunum?

3. Hvussu er støðan við serlæknum og øðrum heilsustarvsfólkum?

4. Hvørji venjingartilboð fáa Parkinson-sjúklingar frá føroysku sjúkrahúsunum?

Fleiri føroyingar við Parkinson-sjúku eru ikki nøgdir við tey viðgerðar- og venjingartilboð, sum føroysku sjúkrahúsini bjóða. Tað skilst, at serlæknamanningin er bara hissini tøk og kemur úr útlondum av og á, meðan hinvegin sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava serliga vitan á økinum eru teir, sum halda sambandið við sjúklingarnar viðlíka.

Umvegis framúr góðar sendingar í almenna kringvarpinum um kendar persónar við Parkinson sjúku hava allir føroyingar fingið ávegis innlit í álvarsomu sjúkuna. Tað er øllum skínandi bjart, at øll hjálp og vegleiðing, sum yvirhøvur finst at basa sjúkuni, er sera átrokandi at fáa til vega hjá teimum føroyingum, sum eru raktir av Parkinsonsjúku. Tað er neyvan nøktandi hjá sjúklingunum bert í avmáldum løtum at fáa samband við serlækna. Fyri tann, sum hevur fingið staðfest Parkinson, er tað steinur oman á byrðu at skula bíða eftir at fáa tíð hjá serlækna, og síðani at bíða eftir boðum um, hvørji næstu stigini eru í viðgerðargongdini. Tann sjúki kennir tað, sum hvør dagur uttan viðgerð og hjálp er ein dagur ov nógv í óvissu.

Eisini undrast Parkinson sjúklingar á vantandi venjingartilboðini. Fyri nøkur eru tilboðini ikki serliga væl skipað og fyri nøkur eru ongi tilboð um venjingar. Í onkrum førum kann talan vera um markamót við kommunal heilsutilboð, og ger hetta bara gerandisdagin enn truplari fyri sjúklingin.

Bill Justinussen, løgtingsmaður