Bert eitt av 10 fólkum við parkinson hava fingið viðger frá parkinson serfrøðingi

EPDA sum er samstarvsfelagsskapurin hjá parkinsonfeløgum í Evropa staðfestir í kanning at viðgerðir og umstøður hjá parkinson sjúklingum eru als ikki á nøktandi støði.

Umsorgan og viðgerð sum fólk við parkinson fáa frá heilsuverkinum stendur ikki í mát við tað sum fólk við parkinson eiga at fáa og vanta, vísir ein stór sjúklingakanning sum er gjørd kring um í Evropa. Atgongdin hjá parkinson sjúklingum til serfrøði á økinum er trupul og umleið ein triðingur av teimum spurdu høvdu bíðja í meira enn eitt ár fyri at sleppa til lækna sum hevur serkunnleika til parkinson.

Tveir triðingar av teimum spurdu svaraðu at tilgongdin hjá teimum til at fáa staðfest sjúkuna var alt annað enn nøktandi.

Serfrøðin vísir á at tað er sera týdningarmikið at parkinson sjúkan verður staðfest so tíðliga sum gjørligt og tað tí ikki eigur at ganga meira enn 4 til 6 vikur at fáa staðfest sjúkuna og at sjúklingurin far tilboð um viðgerð.

Les meira um kanning her (tíanverri á enskum)