11. apríl er altjóða parkinsondagur

11. apríl er altjóða parkinsondagur og í hesum sambandi heitur EDPA, sum er Evropeiski samstarvsfelagsskapurin hjá parkinsonfeløgum, á øll um at seta fokus á Parkinson sjúkuna. Tað kann m.a. gerast við at vitjað hesa heimasíðuna www.worldparkinsonday.com og spjaða boðskapin á facebook og á annan hátt.

Á síðuni ber til at taka niður ymiskt sum kann leggjast út á alnótina ella printast út.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=tmG876xr7PY?list=PLuLaswS7Ro1rdSm8a789q7aQpT2VRL8aN]