Í døgunum 22. - 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina myndafram- sýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines.

Anders, sum er videojournalistur, fekk sum ungur Parkinson. Hann kundi als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vóru, tá tosað varð um fólk, sum hava Parkinson. Myndin, sum hann oftast sá, var hendan tekningin frá 1886 av einum gomlum sjúkum manni.
Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson, at tey eru líka ymisk sum øll onnur, eru sárbar, hava dreymar, eru virkin og taka lut. Og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum við Parkinson.
Framsýningin hevur verið í Europa og USA, og verður nú her heima hjá okkum.

page1image3720976

Í samband við framsýningina skipa vit fyri galladøgurða fríggjakvøldi 24. august kl. 19 á Panorama á Hotel

Meldast kann til galladøgurðan við at flyta 450 kr á konto 6460-1633831 við viðmerking um navn/nøvn á teimum, sum goldið verður fyri.

Veitslan er fyri limir, avvarðandi og onnur áhugaði.
Íroknað prísin er sodavatn/vatn, kaffi og te. Høvi verður at keypa øl/vín afturvið matinum.