Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum, setti í gjár áhugaverda framsýning í SMS, sum norski myndamaðurin , Anders M. Leines, hevur við fotomyndum av ungum fólkum við parkinson. 

Sí myndir her


Røða í sambandi við at framsýning sum Parkinsonfelagið skipar fyri letur upp í SMS 22. august 2018 kl. 16

 

Góðan dag øll somul,

Eg fari at nýta høvi at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til hesa áhugaverdu myndaframsýning, sum Parkinsonfelagið skipar fyri. 

Framsýningin, sum norski myndamaðurin Anders M. Leines hevur gjørt, hevur ferðast runt bæði í Norra og USA, og er nú komin til Føroya. 

Anders fekk sjálvur staðfest Parkison sjúkuna fyri níggju árum síðan. Við framsýningini vil hann broyta hugmyndina, sum fólk ofta hava av fólki við Parkinson. Tí tín hugmynd av einum persóni, ávirkar tín hugburð mótvegis honum.

Veruleikin er nevniliga, at 1/3 av teimum, sum fáa staðfest Parkinson, eru í arbeiðsførum aldri.

At fáa staðfest Parkisonssjúkuna krevur nógv av tær og teimum sum á ein ella annan hátt umgangast teg. Tú verður noyddur at umskipa títt lív og tað er neyðugt at góðtaka at summir dagar eru svárari enn aðrir. Men fólk, sum hava fingið staðfest sjúkuna hava eisini sagt, at tey nú síggja lívið á ein annan hátt, og duga betur at virðismeta tað góða í lívinum. 

*

Tað er eitt aðalmál hjá samgonguni, at allir borgarar skulu tryggjast javnrættindini, og hvør einstakur eigur møguleika at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum. 

Inklusión er eitt týðandi mál at fremja. Og samgongan hevur virkað fyri at at rættindini hjá tí einstaka skulu virðast. 

Vit arbeiða fyri tað góða samfelagið, har vit øll hava møguleika at trívast og mennast. Tey, sum av ymsum orsøkunum hava serligar avbjóðingar, skulu stuðlast, soleiðis at tað verður lættari at taka lut og vera partur av samfelagnum. Vit hava skipanir sum lofta teimum, sum hava tørv á tí – eitt nú møguleikin fyri tillaganum starvi. Við hesari skipan fer tað almenna inn og kompenserar, soleiðis at mann ikki missir arbeiðsinntøku, hóast arbeiðsførleikin minkar.  Sum landsstýriskvinna í almannamálum er fokus áhaldandi at vit skulu gera tað lættari at vera menniskja og lættari at vera familja í Føroyum.

*

Eg fari at takka fyriskiparum, Parkinsfelagnum, fyri at tit hava tikið stig til hesa myndaframsýning, sum heilt vist fer at fáa okkum at broyta fatan av sjúkuni og hvørji teg eru, sum sjúkan rakar. 

Takk fyri!

 

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna í almannamálum