Fyrilestur Poul Joensen, serlækni í neurologi.

Poul Joensen

serlækni í neurologi.

Fyrilesturin varð hildin tá Parkinsonfelagið varð stovnað hin 24. februar 1990.
________________________________________________________________________________

Parkinsonsjúka er ein sjúka, sum kemur av, at ávísar nervasellur í heilanum ganga til grundar.

Sjúkan hevur trý høvuðssjúkraeyðkenni. Tey eru ristan, stívleiki og seinføri við vanligum rørslum. Seinri verður komið inn á, hvussu hesi sjúkraeyðkenni vísa seg í tí dagliga lívinum.

Viðvíkjandi uppruna til sjúkuna, so veit man hvat tað er, sum hendur í heilanum hjá teimum, sum fáa hesa sjúku. Sellurnar, sum liggja í einum øki í heilanum, minka í tali, og tá bert 20 % ella minni, av hesum sellum eru eftir, koma tekin á sjúkuna til sjóndar. Tær sellur, sum talan er um, eru tær, sum gera eitt ávíst evni, ið eitur Dopamin. Hetta evni, Dopamin, er neyðugt fyri at tað øki av heilanum, sum eitur basalgangliðini, kann virka á rørslusystemið, tað vil siga regulera førkingar og rørslur av kroppinum.

Víst er, at innihaldið av Dopamin í tí partinum av heilanum, ið kallast basalgangliðini er niðursett.

At rørslur kunnu vera væl reguleraðar og ótarnaðar, vil siga, at tær kunnu gerast lætt og skjótt. Hetta kemur t.d. til sjóndar við, at ein uttan trupulleikar kann binda lissur, seyma, skriva, spæla tónleikainstrumentir og knappa smáar knappar, t.d. á skjúrtum og blusum.

Hvat tað er, sum ger at sellurnar sum framleiða Dopamin ganga til grundar, er ikki funnið fram til.

Parkinsonsjúka kann tó vera framkallað av ávísum orsøkum. Til dømis í 1918 gekk eitt slag av heilabruna, sum hjá nógvum var fylgt av eftirsjúku, sum líktist Parkinsonsjúku. Hetta slagið av heilabrunasjúku hevur tó ikki verið at síggja síðani.

Í sambandi við hesi sjúku var funnið, at børn heilt niður í 5-6 ára aldur eisini kundu fáa Parkinsonsjúkuna. Aftaná eitran við koliltu, kunnu eisini síggjast symptomir, sum eru lík teimum, ið eru við Parkinsonsjúku. Aðrar sjúkur í nervalagnum kunnu eisini geva symptomir, sum líkjast teimum hjá fólki við Parkinsonsjúku.

Útbreiðslutalið fyri Parkinsonsjúku er enn ókent í Føroyum. Ein kanning er við at vera gjørd, sum hevur til endamáls at staðfesta, hvussu nógv fólk í Føroyum hava Parkinsonsjúku. Kanningin er ikki fullfíggja enn, men bendur á, at sjúkan er eins vanlig í Føroyum, sum t.d. í Íslandi og USA. Tað vil siga, at í Føroyum munnu vera umleið 100 fólk við Parkinsonsjúku, og metast kann, at umleið 7 fólk um árið fáa hesa sjúku.

Søgan um Parkinsonsjúku er í stuttum henda:  Í 1817 útgav hin eingilski praktiserandi læknin, James Parkinson, bók, sum hann kallaði rystilamni. Franski professarin í neurologi Chaccot, helt ikki at navnið var heilt beinraki, tí sjúkan ikki vanliga var fylgd av lamni, og rystingar nýttust als ikki at vera til staðar tá sjúkan byrjaði. Fyri at heira James Parkinson lækna, sum fyrstu fer hevði fest á blað um hesa sjúku, var mælt til, at sjúkan var uppkallað eftir honum. Hetta navnið verður nýtt enn. Í 1919 var funnið, at eitt ávíst øki av heilanum, hjá fólki við Parkinsonsjúku, manglaði ávísar nervasellur, og í 1963 var funnið ein niðursett nøgd av Dopamin, í tí sum kallast basalgangliðini. Dopamin var funnið at vera tilstaðar í eini nøgd, sum var minni enn 20 % av tí, tað átti av vera.

Í 1967 var funnið fram til heilivágin L-dopa, sum heilt gjørdi um á viðgerðina av Parkinsonsjúku. Og í 1974 kom Bromokriptin fram (av flestum kent sum Parlodel ella Bromergon), og fyri heilt fáum árum síðani kom Eldepryl. Og sum tað seinasta nýggja, eitt nýtt slag av L-Dopatablettum, har L-Dopa verður frígivið frá eini depottablett.

Um sjúkraeyðkenni er at siga, at sjúkan byrjar sníkjandi. Tá rysting, seinføri og stívleiki eru lætt sjónlig, er lætt at staðfesta sjúkuna. Men sum oftast er tað so, at langt áðrenn hesi symptomir eu til staðar, hava onnur symptomir verið í nógv ár frammanundan. Hesi eyðkenni eru ofta, ein verður minni virkin, troyttast lættari, og broytingar koma í gongulagnum, eisini kann ofta vera ein løtt rystan av t.d. hondini tá ein gongur. Eisini kann tosingarlagið vera broytt, so at røddin verður veikari og meira monoton. Hetta kann vísa seg við, at familjan heldur, at ein er farin at tosa meira ótíðuliga. Hesi symptomir eru flestu sjúklingar ikki klárir yvir sjálvir, og í byrjanini av sjúkuni eru rystingar og seinføri viðvíkjandi rørslum, sum oftast bert í tí eina arminum. Hetta vísur seg t.d. við, at tá ein gongur, er tað bert hin fríski armurin, sum sveiggjar. Eisini er ofta eitt tíðuligt tekin, at ein hevur trupulleikar við at seta seg niður og reisa seg upp frítt frá einum stóli, og eisini trupulleikar við teimum fínaru førkingunum t.d. at knappa knappar, og skriftin kann gerast minni.

So líðandi, sum sjúkan útviklar seg, sæst tað eisini á holdninginum, soleiðis at høvdið verður boygt nakað framyvir, og allur kroppurin verður boygdur framyvir. Í andlitinum vera úttrykkini meira stív, eisini kemur fram rystan, sum er mest tá ein situr og letur t.d. hondina hvíla. Henda rysting versnar um ein verður uppskakaður folilsisliga, t.d. um ein verður spentur uppá okkurt, ella man følir seg pressaðan á ein ella annan hátt. Rystingin við Parkinssonsjúku hvørvur tá ein svevur.

Annars skal vera sagt, at eitt ógvuliga vanligt symptom er, at tað ein ger í tí dagliga, so sum í og úrlating og at eta, fer fram ógvuliga spakuliga. Soleiðis kann eitt máltíð, sum vanliga varð etið eftir 15 til 20 minuttum, nú taka yvir ein tíma.

Eisini er so við ílating, sum kann taka nógv longri tíð enn áður.

Afturat hesum koma onnur symptomir, so sum at ein fær feittuta húð, ein slevar meira, og nøkur hava eisini tað fyribrigdi, at tað kemur økt táraflóð úr eygunum. Bæði tann økta spýttmongdin og táramongdin, skyldast rørsluniðurseting av ávíkavíst svølgmusklunum og musklunum rundanum eyguni.

Áðrenn Dopamedisinið kom fram, var tað so, at sjúkan eftir nøkrum árum gjørdi, at ein bleiv alt meria óhjálpin, og til seinast tók stívleikin ofta yvirhond. Men aftaná, at Dopamedisinið er komið, er sjúkuútlitið vorið so gott, at fólk ið hava Parkinsonsjúku nú liva líka leingi, sum tey ið ikki hava hesa sjúku. Áðrenn Dopamedisinið kom, doyðu fólk ofta 10-15 ár áðrenn tey, sum ikki høvdu nakra ávísa sjúku.

Parkinsonsjúkan í sjálvum sær er ikki fylgd av pínu. Ofta hava fólk við Parkinsonsjúku tó pínu í musklunum og liðum, henda pína er oftast treytað av, at tær seinu førkingarnar og musklastívleikin ofta gera, at vevnaður tdv. musklar og senur rundanum tey størru liðini og í rygginum elva til slitgiktasjúkur. Hjá einkultum følist ófriður í kroppinum, sum hjáárin av L-dopa. Viðvíkjandi minninum er tað so, at hjá einkultum kann, tá ein hevur verið sjúkur í nógv ár, koma ávirkan á minnið, sostatt at ein fer at minnast verri.

Ikki er óvanligt hjá fólki við Parkinsonsjúku, at føla sovandi kenslu í beinum og ørmum, onkur hevur eisini høvuðpínu. Tað sum er best fyri at forða fyri at ein fær pínu, er at halda kroppin í gongd td. við at ganga túrar og gera øvilsir hvønn dag.

Sjúkraviðgerðin fer oftast fram á ein slíkan hátt, at ein serlækni staðfestur sjúkuna, síðan verður viðgerð byrjað. Vert er at leggja til merkis, at viðgerðin er symptomatisk, tvs. hon heldur symptomini niðri, men lekir ikki sjúkuna. Eftir fleiri ára viðgerð við L-dopa, tvs. í hvussu er 6 ár ella meira, koma so líðandi trupulleikar fram, sum td. vísa seg við, at medisinið virkar í stytri tíð, soleiðis at tað framkoma off-periodir, tvs. ringar periodir, meðan tær góðu periodirnar vera kallaðar on-periodir. Hjá nøkrum koma ófrívilligar førkingar fram. Sum heild kann viðgerðin bólkast í tveir partar, hin medisinska og hin fysiurgiska. Við tað medisinsku viðgerðini verður givið medisin, sum skal ávirka basalgangliðini í heilanum, í staðin fyri tað Dopamin, sum restar í. Hetta snýr seg ofta um L-dopa, sum verður givið saman við einum øðrum medisini, sum skal forða fyri, at L-dopaði verður gjørt um til Dopamin úti í blóðinum. Hesin heilivágur gongur undir  handilsnavninum Madopar og Sinemet. Medisinið verður givið sum eitt L-dopapræparat, sum líkist Dopamin, sum er tað virksama evnið í heilanum. Dopamin kann ikki gevast, av tí, at Dopamin ikki kann førast frá blóðinum yvir í heilan, meðan tað evnið, sum verður givið, L-dopa, fer yvir í heilan sum L-dopa, og verður síðan inni í heilanum gjørt um til Dopamin, sum virkar á basalgangliðini, og harvið virkar á sjúkuna. Sostatt at rørslurnar aftur gerast fríari, rystingarnar vera minni og stívleikin minkar.

Áður gav man so við og við vaksandi mongdir av L-dopa, alt eftir sum sjúkan versnaði við tíðini. Eitt heilt nýtt medisin, Eldepryl, sum er komið, forðar fyri at Dopamini í heilanum verður niðurbrotið skjótt, og sostatt fær longri tíð at ávirka sellurnar í basalgangliðunum. Sostatt ger hetta medisin, at dopaði virkar longri tíð, og hevur tað eisini verið roynt sum einasti heilivágur við Parkinsonsjúku. Frammi hevur verið, at Eldepryl kanska kundi forða fyri, at sjúkan versnaði, soleiðis at tær nervasellur, sum gera Dopamin í heilanum, ikki minkaðu við tiðini. Kanningar, sum eru framkomnar fyri stuttum, tykjast ikki at kunna vátta hetta.

Til seinast skal nevnast, at líka umráðandi sum tann medisinska viðgerðin er tann fysiurgiska, serliga fyri at umganga at fáa pínu. Tað vil siga at ein heldur seg í gongd, brúkar musklarnar, antin til fimleik ella td. at ganga túrar hvønn dag.