Myndin omanfyri: Nevndin í Parkinsonfelagnum saman við Anders M. Leines:

John William Joensen næstformaður, Joy Ann Simonsen skrivari, Durid Johannesen forkvinna, Kemm Poulsen, Anders M. Leines fotografur og Bernhardina Joensen, kassameistari.


Tað segði forkvinnan í Parkinsonfelag, Durid Johannesen, tá myndaframsýningin hjá norska myndamanninum, Anders M. Leinesvarð sett í SMS í gjár.

Á móttøkuni, sungu og spældu Silja Johannesen, Filip Zachariasen og Tórur Dam Jacobsen umframt at landstýriskvinnan í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen og myndamaðurin Anders M. Leines fluttu fram røðu.

Framsýningin verður á torginum í SMS til leygardagin.

Røðan hjá forkvinnuni í Parkinsonfelagnum, Durid Johannesen:

Væl komin øll somul.

Eg eri takksom fyri at eg kannstandaher í dag. Í tey 5-6 árini eg havi verið í nevndini í Parkinsonfelagnum, havi eg lært nógv um Parkinson.

Eg eri eisini komin at kenna nógv ómetaliga dugnalig, kreativ, lívsglað og fitt fólk, sum hava fingið tað við í førningin, at tey hava Parkinsonsjúkuna. Tað er altíð gott at møta teimum. Fundirnir eru ikki keðiligir – har er bæði álvarsemi og skemt.

Uml. 130 fólk í Føroyum hava sjúkuna. Vanliga eru fólk yvir 60 ár, tá ið tey fáa Parkinson. Pápi mín var á arbeiðsmarknaðinum tá hann fekk staðfest sjúkuna. Hetta steðgaði honum ikki.

Hann helt áfram við sínum áhugamálum fleiri ár eftir tað. Og vit hildu eisini áfram at liva. Tó, tað kendist tungt tá fólk tyktu synd í pápa og okkum. Tá fólk tosaðu um hann – og ikki við hann.

Parkinsonfelagi hevur sum endamál at upplýsa um sjúkuna og umstøðurnar kring hana.

Tá framsýningin ‘Dette er Parkinson’ kom fram, var kenslan beinanvegin: Hetta mugu vit fáa til Føroya. Hóast raktur av Parkinson, so er mann eisini annað og meiri. Og er tað júst tað, ið framsýningin varpar ljós á.

Anders Leines, sum hevur gjørt framsýningina, er her í dag. Velkommen Anders.

Eisini sýnir Landstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, okkum tann heiður at opna framsýningina. Takk fyri tað, Eyðgunn. Okkara fatan av fólkum við Parkinson verður myndað av teimum orðum, ið vit nýta tá ið vit lýsa tey.

Framsýningin varpar ljós á hvussu fjølbroytt eisini hesi fólkini eru.

Vit hava fingið eina yngri songkvinnu, saman við vinfólkið, at seta dám á. Takk fyri tað, Silja Johannesen, Filip Zachariasen og Tórur Dam Jacobsen.