Dimma 23.08.2003

Títtleikin av parkinsonsjúkuni í Føroyum er stórur

Beate L. Samuelsen
Heimatíðindi Dimmu 23. august 2003

Orsøkin kann koma av inngiftu, sum vanligt er í smáum samfeløgum, sigur yvirlækni og serlækni í hesi herviligu sjúku, Erik Dupont. Síðani 1998 eru um hundrað sjúklingar við góðum úrsliti lagdir undir skurð á neurodeildini hjá Dupont á Århus Kommunehospital. Millum teir skurðviðgjørdu er eisini ein føroyingur

Í hesum døgum eru yvirlæknin og serlæknin í parkinsonssjúkuni, Erik Dupont, og kona hansara, Vivi Dupont, ið er sjúkrasystur við servitan um somu sjúku, í Føroyum. Tey hava staðið fyri einum temadegi um parkinson, sum Parkinsonfelagið í Føroyum skipaði fyri á Hotel Føroyum mikudagin, har eini hundrað fólk vóru við.

Fyri tey, sum ikki hava serligan kunnleika um parkinsonsjúkuna, kunnu vit upplýsa, at talan ikki bert er um eitt slag av parkinson, men fleiri. Orsøkirnar til sjúkuna er ikki færri enn tíggju, sum snúgva seg um gen í kromosomunum, sum ikki arbeiða sum tær skulu og tí verða tileinkisgjørdar, og sum føra til, at fólk blíva sjúk av hesi herviligu sjúku. Hetta, sum kann vera arviligt, ella sum av eini hvørji ávirkan uttanífrá, t.d. umhvørvinum, ger, at tær vantar evnið dopamin, førir til herviligu sjúkuna, sum ikki kann lekjast, men haldast niðri, skjótari viðgerðin byrjar.

Títtleikin hin sami millum kynini
Tað var praktiserandi læknin í London, James Parkinson, sum í 1817 var slóbrótari í vitskapliga arbeiðinum innan hesa sjúku, ið hevur navn eftir honum. Parkinson setur seg á nervalagið í heilanum, á heilastammuna, men tað finst meiri enn so eisini í tarmunum hjá fólki, og førir við sær, at tey kunnu hava trupulleikar við sodningini, peristaltikkinum.
Genið, vit hava brúk fyri at at kunna virka hvønn dag, ger av eini hvørji orsøk eitt skeivt protein, og ikki tað, sum er lívsneyðugt hjá menniskjuni. Eingin heilivágur er uppfunnin enn, sum ger, at tú kanst gerast frískur, sigur Erik Dupont, yvirlækni og serlækni á Århus Kommunuhospital innan neurologi, sum tók prógv sum cand. med. í Århus í 1964. Hann hevði stóran áhuga fyri neurologi og hevur líka síðani arbeitt á neurologideildum innan sjúkahúsverkið, ikki bert í Danmark, men eisini í fleiri ár á ymsum sjúkrahúsum í Frankaríki, fyrst sum kliniskur assistentur og fyrsti reservalækni, og síðani sum yvirlækni og serlækni.
Orsøkirnar til, at man gerst sjúkur, eru fleiri, og tilburðirnir millum kvennkyn og kallkyn eru líka nógvir. Har er eingin munur. Harafturímóti er stórur munur á, at títtleikin av parkinsonsjúkuni er størri í Føroyum enn t.d. í Danmark.
Alt bendir á, at tað er tí, vit eru eitt lítið samfelag, og at fólk, sum onkusvegna eru í familju við hvørt annað langt úti, giftast og fáa børn saman. Tað sama ger seg galdandi í einum parti í Bombay í India, har nógv inngifta er í fólkasløgum og títtleikin av parkinson er stórur í mun til aðra staðni.

Sjúkan rakar nervalagið
Fólk kunnu longu gerast sjúk um 20 ára aldur, meðan onnur eru farin um tey 90, áðrenn sjúkan ger vart við seg.
Men áðrenn sjúkueyðkennini merkjast, vísa kanningar, at longu trý, fýra ella seks ár frammanundan eru tey vorðin sjúk uttan sjálvi at vita av tí.  Dopaminkyknurnar eru rætt og slætt farnar at hvørva. Við at geva sjúklingunum dopamin ber til at dempa sjúkueyðkennini, so sum rystingar, men hetta forðar ikki sjúkuni at menna seg. Tað ger hon alla tíðina, og heilivágurin dempar bert ringastu eyðkennini í nakrar tímar. Av tí sama, so mugu sjúklingarnir, so hvørt sum sjúkan gerst verri, so við og við fáa heilivág eina ferð um dagin og líka upp til tíggju ferðir um dagin, sigur Erik Dupont, yvirlækni. Parkinson ávirkar nervalagið, og harvið rørslurnar, so vøddarnir stívna ella kroppurin fer at rysta so illa, at hin sjúkurakti ongan kjans hevur at hava tamarhald á rørslunum. Allur kroppurin livir.

Skurðviðgerð í heilastammuna
Av teimum, sum eru farin um tey 60 árini, eru tað tvey prosent, sum fáa parkinson, vísa kanningar. Alra besti heilivágur móti sjúkuni er viðgerð við dopaminevninum L-dopamin, sum gjørdist ein rættiligur siður innan læknavísind, tá tað kom fram í 1967.
Nøkur ár seinni, í 1983, kom franski læknin, Alouis Benebid, í Grenoble alment fram við eini viðgerð, sum skakaði alla læknavísind positivt. Hann var bæði fysikari og neuroskurðlækni og helt fast um, at til mátti bera við eini skurðviðgerð at fara inn í heilastammuna hjá sjúklinginum.
Í 1993 var farið undir at gera hesar skurðviðgerðir, fyrst við apum við góðum úrslitið, og síðani við menniskjum. Somuleiðis við góðum úrslitum. Farið var undir skurðviðgerðina við sera góðari og fínari tekniskari útgerð inn í heilastammuna hjá sjúklininginum.
- Í Århus hava vit viðgjørt einar 100 parkinsonsjúklingar á henda hátt við at fara inn í sjálva heilastammuna, og hava allir hesir sjúklingar fingið eitt betri lív aftaná, sigur Erik Dupont, yvirlækni, sum millum sjúklingarnar hevur havt fleiri norðmenn og ein føroying, sum býr í Danmark.
Sjúklingurin er ikki undir narkosu undir skurðviðgerðini.

Sjúkrasystur við servitan
Ein treytin fyri at verða lagdur undir skurðin, sum eitur STN, er, at viðkomandi ikki feilar nakað annað t.d. demens ella byrjandi æðrakálking í heilanum. Fyri at tryggja seg ímóti, at sjúklingurin ikki hevur aðrar tílíkar sjúkur, mugu teir kannast væl og virðiliga, og ein nágreinilig scanning av heilanum skal eisini til.
Haraftrat mugu sjúklingarnir búgva niðri, tí teir skulu javnan til kanningar. Serliga tíðina beint eftir viðgerðina er týdningarmikið at hava eftirlit við teimum og boða teimum til justeringum av ymsum slag í sambandi við viðgerðina. Um viðkomandi tá býr í Føroyum og skal ferðast aftur og fram, verður hetta ov trupult hjá honum. Norðmenninir fara tá til sjúkrahúsið í Oslo.
Eisini kona Erik Dupont, Vivi, hevur sum sjúkrasystur nomið sær eina servitan innan parkinson, so hon kann vegleiða sjúklingum, sum raktir eru umframt hava skeið fyri fakfólki.
Í einum toymi er av týdningi í hesum sambandinum, at sjúkrasystur við serkunleika til parkinson er við og leiðbeinir. Hon skal í sínum arbeiði koma í heimini, har sjúklingarnir eru, og kann verða millumlið millum sjúkling og tann ella tey, sum eisini eru knýtt at tí sjúka, so sum pedagogar og fysioterapeutar.

Arbeitt í Irak og Saudiarabia
Hjúnini Dupont hava vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður. Seinast, tey vóru her, var í 2000.
Tey hava sera gott samskifti við Parkinsonfelagið her, sum hevur eitt limatal, sum liggur um 140 og støðugt er vaksandi.
Haraftrat arbeiðir einasti neurologur í Føroyum, Poul Joensen, í tøttum samskifti við Erik Dupont, yvirlækna á Århus Kommuehospital, tá tað snýr seg um sjúklingar við parkinson.
Erik Dupont er limur í granskingarráðnum hjá danska parkinsonfelagnum. Haraftrat er hann limur í Medical Advisory Board og European Parkinson´s Disease Association ( EPDA) og í Movement Disorder Society. Hann hevur verið formaður fyri Dansk Selskab for Bevægeforstyrrelser (DANMODIS) í fýra ár.
Aftrat øllum hesum, og meiri aftrat, hevur hann, bæði einsamallur og saman við øðrum, skrivað meiri enn hálvthundrað greinar um parkinsonsjúkuna.
Eisini Vivi Dupont, sjúkrasystur, starvast við fólki, sum eru rakt av parkinsonsjúkuni. M.a. hevur hon starvast sum deildarsjúkrasystur í eitt hálvt ár í irakiska høvuðsstaðnum Bagdad, har hon var á uppvenjingardeildini fyri sjúklingar, sum høvdu fingið skaða í ryggmergin.
Seinni røkti hon í eitt hálvt ár starvið sum varafyristøðukvinna á einum sjúkrahúsi í Saudiarabia. Seinastu trý árini hevur hon virkað sum sjúkrasystraráðgevi hjá danska parkinsonfelagnum.
Vivi Dupont skipar fleiri ferðir um árið fyri skeiðum, ætlað fakfólki, sum hava við parkinsonsjúklingar at gera. Somuleiðis hevur hon javnan skeið fyri avvarðandi hjá parkinsonsjúklingum.
Hon hevur luttikið í eini røð av internationalum ráðstevnum innan parkinson og hevur saman við øðrum skrivað ymiskt tilfar, sum hevur við hesa ólekjandi sjúku at gera.