Ársfrágreiðing 2014

Ársfrágreiðing 2014

21/2-2015

Á seinasta aðalfundi tók Kristianna Michelsen seg úr nevndini, og tað gjørdu Hildebjørg Weihe og Margit Hansen eisini, eftir at hava arbeitt fyri felagið í mong ár.

3 nýggjir limir vóru valdir.

Nevndin skipaði seg aftan á aðalfundin soleiðis:

Durid Johannesen, forkvinna

John William Joensen, skrivari

Gudny Benjaminsdóttir, kassameistari
Sofía K. Jacobsen, nevndarlimur
Jákup Lamhauge, nevndarlimur
Eyðun Simonsen, eykalimur
Ingibjørg Jacobsen, eykalimur

Nýggj fólk, hava nýggjar arbeiðshættir við sær.

Vit hava seinasta árið haft fleiri nevndarfundir norðuri í Klaksvík, nú meirilutin í nevndini býr norðanfyri. Vit hava tó enn hølið her í MBF húsinum, sum okkara høvuðsstøð.

Áðrenn seinasta aðalfund høvdu vit verið runt landið og hildið limafundir.
Vit høvdu vit verið í Skopun, Klaksvík, Vágunum, Runavík og í Havnini, men vit manglaðu Suðuroynna. Vit fóru so til Suðuroyar, og høvdu vit aftur har eitt væleydna kvøld saman við teimum uml. 30 fólkunum, ið møtt vóru.

Í sambandi við limafundirnar kundu fólk skriva seg upp til at fáa eina venjinarfløgu sendandi. Vit sendu eini 40 fløgur út.

Tá vit nú hava luttikið í ymiskum tiltøkum, hildu vit at vit høvdu tørv á dagførdum kunningartilfari.

Danska felagið hevði gjørt ein film í sambandi við ’Stand still’ átakið hjá teimum, og fingu vit loyvi at føroyska filmin hjá teimum. Filmurin hevur verið vístur í ’Gevi gætur’ í KVF.

Vit fingu Grafia at gera okkum ein roll-up lýsing

Vit hava gjørt ein nýggjan faldara um sjúkuna

Vit hava fingið gjørt nýggja heimasíðu, sum var tendrað beint áðrenn Fólkafundin í oktober.

Í apríl høvdu vit stuðulskonsertina, sum varð viðtikin áðrenn hendan nevndin tók við. Endamálið var at varpa ljós á felagið, sjúkuna, at fáa nýggjar limir og ikki minst at savna pening til at fíggja virksemið hjá felagnum. Vit fingu stuðul frá fleiri stovnum og nógv sjálvboði arbeiði var gjørt í samband við tiltakið. Vit lýstu á ymiskan hátt, vit vóru í fjølmiðlunum og fingu høvið at tosa um hví tað hevði týdning at varpa ljós á sjúkuna. Konsertin var 11/4 og høllin var fullsett. Ein sera væl fyriskipa konsert, við nøkrum av teimum bestu av okkara tónlaikarum og sangarum. Aftaná varð bjóðað til kaffi og heimabakað horn. Nógv steðgaðu, fingu ein drekkamun og eitt prát.

Norðurlendskur Parkinsonfundur var í Stockholm í mai, har Gudny og Durid umboðaðu felagið. Ein góður fundur, har vit hoyrdu hvussu og hvat tey arbeiða við í grannalondunum, og fingu vit góð hugskot til hvat og hvussu arbeiðast kann fyri at lætta um dagligdagin hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi.

Í oktober skrivaðu vit til landstýrismannin í Heilsumálum um týdningin av at hvør einstakur parkinsonsjúklingur er í góðari og optimalari viðgerð, og at neyðugt er at koma til viðtalu hjá neurologi minst 2-3 ferð um árið. Og eisini skrivaðu vit um, at til at fáa staðfest sjúkuna er bíðitíðin heili 1 til 1½ ár, sum jú als ikki kann góðtakast. At neurologurin við serfrøði í Parkinson bert er her 8 dagar um árið, er ikki gott nokk. LS leitar eftir neurologi at starvast fast á LS, men meðan vit bíða eigur onnur og betri loysn at vera funnin.

Í samband við hetta brævið, vóru vit í Góðan morgun Føroyar, og fingu greitt frá um sjúkuna. Sama dag setti Bjørt Samuelsen landstýrismanninum, Karstin Hansen, formligan munnligan fyrispurning um støðuna hjá sjúklingum við Parkinson og um hann helt at tað var í ordan at bíðitíðin var so long. Tað helt hann ikki var í ordan.

Vikuna eftir vóru fysioterapeutarnir eisini í GMF og varpaðu ljós á hvussu týdningarmikið tað er, at fólk við Parkinson fáa venjing.


Í desember fingu svar frá landsstýrismanninum uppá brævið, vit høvdu sent í oktober. Landstýrismaðurin og leiðslan á LS eru samd við okkum um at støðan á neurologiska økinum ikki er nøktandi í dag. Hann gevur okkum heimild til sjálvi at taka málið upp við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, sum beinleiðis varðar av økinum, fyri at viðgera støðuna á neurologøkinum. Landsstýrismaðurin ætlar at fylgja málinum.

Vit hava samskift við menningardeplin um viðlíkahaldsvenjing til fólk við Parkinson. Tey hava ikki viðlíkahaldsvenjing, men hava sett eina endurvenjing í verk, við tí fyri eyga at endurvenja fólk, sum hava mist førleika. Men tey kunnu bjóða fólkum við Parkinson eina 3-6-máðaða venjingargongd. Talan er um einstaklingavenjing. Søkt verður ígjøgnum Almannastovuni. Vit hava onki gjørt við Parkinsonsúklurnar, kunnu bara staðfesta, at tað er ikki komið í rættlag enn hvar og hvussu tær skulu brúkast.

Eldraøkið er nú lagt út til kommunurnar. Hvat týdning hetta fer at hava fyri viðlíkahaldsvenjingina vita vit ikki enn. Avtalan um hvat økið skal fevna um, er ikki undirskrivað enn. Ein Markamóts avtala er í umbúna millum tær 7 kommunueindirnar og landið, um hvat ábyrgdarøkið við teimum eldri skal fevna um.

Vit vóru við at Fólkafundi í Runavík. Tað var áhugavert, og vit høvdu onkrar góðar samtalur. Í hesum sambandi vóru vit eisini í Rás 2, og fingu greitt frá sjúkuni og felagnum. Men vit hava ikki tikið støðu til, um vit luttaka aftur komandi ár. Tað krevur nógva orku, vit taka støðu tá tíðin nærkast, alt eftir hvat annað vit eru í holt við til tað tíð.

Í november skipaði felagi saman við neurologisk amb. fyri fyrilestri við Kristian Vinge, neurologi við serfrøði í Parkinson. Hann tosaði um sjúkuna sum heild, nýggjar viðgerðarhættir og aktuella gransking í Parkinson.

Maria Skaalum Petersen, granskari, hevði eitt innlegg um gransking í Parkinson í Føroyum. Tiltakið var sera væl vitja, veiðsluhøllin á Landsjúkrahúsinum var fultsett. Aftaná bjóðaði LS kaffi, te, piparnøtur og mandarinir. Vikuna eftir hevði KVF sendingina: Vitan, har Kári Sólstein varpaði ljós á Parkinson, um títtleikin av sjúkuni, og …. hví er tað so og hvat er parkinson fyri ein sjúka

Afturvendandi jólafundirnir vóru í ár hildnir á Glyvrun í hølunum hjá Kongshavanar kvinnufelag og her í MBF húsinum.Hetta var fyrstu ferð at vit hildu fundin í Eysturoynni og luttóku eini 20 fólk. Í Havn vóru umleið 30 fólk. Fundirnir vóru sera hugnaligir, fólk dáma at koma saman og prátið gongur væl.

Í desember fingu vit stórfingna gávu frá Apoteksverkið Føroya. Í staðin fyri at senda jólakort út, hava tey tey seinastu árini valt at senda jólaheilsan við telduposti og so heldur geva onkrum felagskapi eina peningagávu. Vit fingu 10.000 kr. Hetta var sera stórfingið.

Felagið varð stovnað í 1990, so í ár tann 24/2 fylla vit 25 ár. Tað ætla vit at hátíðarhalda við einum veiðsludøgura fríggjakvøldið 8. mai 2015 á Hotel Føroyum.

Felagið hevur umleið 130 limir, vit hava fingið umleið 20 nýggjar limir seinastu 2 árini.

Durid Johannesen

Forkvinna

Parkinsonfelagið