Ársfrágreiðing 2009

Ársfrágreiðing 2009 Parkinsonfelagið 20.02.2010

8 mars 2009 var aðalfundur har bert 10 limir møttu.

Fundurin byrjaði við at forkvinnan bjóðaði vælkomin. Vit sungu ein sang.

Mintust tey ið farin vóru.

Síðani var roknskapur lagdur fram og góðkendur og undirskrivaður av nevndini.

Uppskot var frá peningarøkilinum um at hækka limagjaldið til 200 kr fyri einlig og 225 kr fyri hjún. Uppskotið varð viðtikið.

Fyri vali stóðu Hildebjørg og Kristina og vóru tær afturvaldar.

Nevndin hevði fund í mars og skipaði seg við

Kristiannu Michelsen sum forkvinnu,

Kristinu Vesturklett sum næstforkvinnu,

Hildebjørg Weihe sum peningarøkil,

Lis Mortensen sum skrivara,

Erling Simonsen sum nevndarlim og

Janu Ziska sum varðalim.

Nevndin hevur havt nakrar fundir í árinum. Í vár var nógv orka løgd í at skipa fyri norðurlendskum nevndarfundi, ið sjeynda hvørt ár er í Føroyum.

Nevndin skrivaði í hesum sambandi til allar kommunurnar og onnur feløg um stuðul og vóru tað fleiri, sum vístu áhuga og stuðlaðu, somuleiðis fekk felagið eisini stuðul frá MBF og frá Bingokontoini í Runavík og gjørdi hesin stuðul at tað kundi hanga saman fíggjarliga.

Fundurin var hildin á Hotel Norð á Viðareiði og útferð var gjørd undir Enniberg við gestunum og vóru tey sera hugtikin av ferðini.

Evnið fyri árið í fjørð var rørsla.

Audun Myskja, ið hevur granska nógv í musikalskari og fysiskari stimulatión av heilanum, helt fyrilestur og legði fram tey úrslit hann er komin fram til.

Hetta var sera áhugavert og kundi nevndin hugsa sær at fingið hann ella onkran annan til Føroyar at hildi fyrilestur fyri limunum um hetta evnið.

Jólafundurin hjá felagnum var í MBF húsinum 5 des og vóru ca 25 limir. Vit fingu smyrjibreyð og rís´alamande og annað gott. Jórun Simonsen læs søgu, ið hon sjálv hevur skriva um jól í hennara barnaárum í Noregi undir seinra heimsbardaga. Vit sungu jólasangir og hugnaðu okkum.

Parkinsonfelagið hevur um 120 limir.

Í ár 24 februar eru 20 ár síðani Parkinsonfelagið varð stovnað.

Tað hevði verið gott í hesum sambandi at fingið onkur hugskot um hvussu hetta kundi verðið hátíðarhildi.

Fyri væli á fundinum í 2010 stóðu Kristianna Michelsen, Lis Mortensen, Jana Ziska og Erling Simonsen

Jana boðaði frá at hon ikki ynskti afturvæl og Erling møtti ikki vegna sjúku.

Fyri Janu kom Margit Hansen í nevndina, ongin stillaði upp fyri Erling

Sostatt sær nevndin nú soleiðis út:

Forkvinna Kristianna Michelsen

Næstforkvinna Kristina Vesturklett

Peningarøkil Hildebjørg Weihe

Lis Mortensen skrivari

Nevndarlimur Margit Hansen

Fyri nevndina

Kristianna michelsen forkvinna