Ársfrágreiðing 2008

8. mars 2008 var aðalfundur har bert 10 limir møttu.

Fundurin byrjaði við at forkvinnan bjóðaði vælkomin. Vit sungu ein sang.

Mintust tey ið farin vóru.

Síðani var roknskapur lagdur fram og góðkendur og undirskrivaður av nevndini.

Limagjaldið er óbroytt 160 kr fyri støk og 200 kr fyri hjún.

 

Fyri vali stóðu Kristianna, Lis og Jana sum allar vóru afturvaldar og Erling sum hevði verið eykalimur kom upp í nevndina, soleiðis at nevndin nú er fullmanna, meðan tað bert er ein eykalimur Jana Ziska.

 

Nevndin hevði fund 3 apríl og skipaði seg við Kristiannu Michelsen sum formanni, Kristinu Vesturklett sum næstformanni, Hildebjørg Weihe sum peningarøkil, Lis Mortensen sum skrivara, Erling Simonsen sum nevndarlimi og Jana Ziska sum varðalimur.

 

Í samband við altjóða Parkinsondagin var Forkvinnan gestur í Kringvarp Føroya og greiddi eitt sindur frá Parkinson og Parkinsonfelagnum.

 

2 -4 mai vóru Kristianna og Hildebjørg á norðulendskum fundi í Finnlandi. Fundurin var hildin uttan fyri Åbo á vakra treningssentrinum hjá Finska Parkinsonfelagnum Sunnanvind.

 

22 juni var Parkinsonfelagið útferð á Viðareiði. Fari var úr Tórshavn kl 11 um morgunin við bussi og steðga var fleiri staðni á vegnum norðureftir. Tað vóru eisini nøkur sum koyrdu sjálvi og onkur komu eisini frá Viðareiði, so tilsaman vóru vit 32 fólk.

Vit fingu ein góðan døgurða tríggjar rættir.

Aftan á var so limafundur, har vit høvdu fingið Ergoterapeutin Turid Jacobsen at greiða frá um hjálpartól av alskyns slag, og aftaná kundu luttakarar seta spurningar. Hon hevði nógv áhugavert at greiða frá.

 

9.oktober var tiltak á hotell Hafnia saman við epileptikara felagnum har neurolurin

Bjarki á Rógvu Hansen greiddi frá parkinsonsjúkuni og epilepsi symptomir og

viðgerð. Fólk skulu melda seg til hetta tiltakið og fullteknað var.

 

Jólafundurin var 4 desember. Um 30 limir vóru til tiltakið. Vit fingu smyrjibreyð,

desertkøku, te, kaffi, mandarinir og karamellur. Vit sungu fleiri jólasangir, høvdu

amerikanskt lottarí har vinningarnir vóru kjøt, dunnur og annað og ikki at gloyma

mandlugávuna. Fólk hugnaðu sær og prátaðu saman.

 

Nevndarfundur var í MBF húsinum, januar 2009, kl 19

Møtt vóru: Kristianna, Hildebjørg, Erling, Kristina, Lis og Jana

 

Skrá:

1) Norðurlendski parkinsonfundurin í Føroyum

2) Fyrireiking av aðalfundi

 

Ad 1.: Norðurlendski parkinsonfundurin er nú ásettur at vera í døgunum 28. til 30.maj. Hetta er Nordisk Parkinson Råd, NPR-fundur. Fundurin verður á Viðareiði, og vit koma at búgva á Hotell Norð. Føroyska parkinsonfelagið skal rinda uppihald fyri 2 limir úr hvørjum limalandi. Limalondini eru Danmark, Noreg, 2 feløg í Svøríki, Finnland, Ísland og so Føroyar.

 

Ad 2: Aðalfundurin 28.februar varð fyrireikaður. Neyðugt verður at hækka limagjaldið til 200 kr fyri ein og 225 fyri hjún. Eins og hini árini bjóðar felagið lagkaku til aðalfundin.

 

Kristianna Michelsen

forkvinna

Kristianna Michelsen

forkvinna